Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens fóru í dag illa við gamla liðnum hjá Adriani, Hillerød.
Í dysti í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann Horsens á heimavøllinum, Hybel Arena stórsigur 4-0 á Hillerød. Poul Kallsberg kom á vøllin fyri Hillerød í 51. minutti. Tá var støðan 2-0.
Í 39. minutti hevði Adrian eina geniala fríspæling, tá hann spældi Julius Madsen leysan, ið tók av og legði Horsens á odda 1-0. Kristian Kirkegaard økti til til 2-0 í 48. minutti, og í 71. minutti var Julius Madsen aftur á blettinum, og økti til 3-0. Í yvirtíðini staðfesti Ivan Miličević stórsigurin hjá Horsens.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Njótið fríspælingina hjá Adriani til 1-0 málið.
Adrian fær karakterin 7,9 (av 10 møguligum), bæði frá Sofascore og Soccerstand.
Horsens er næstfremst við 47 stigum, meðan Hillerød hevur 46 stig. Hvidovre hevur 45 stig á fjórða plássinum. Lyngby er langt fremst við 57 stigum, og hevur, hóast tríggir dystir eru eftir at leika, longu tryggjað sær uppflyting til bestu donsku fótbóltsdeildina.











