Liðið hjá Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar var í dag fyri fjórða tapinum á rað í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
FC Kyzylzhar er nummar 11 í deildini við 11 stigum. Teir eru bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og teir hava 14 stig upp til oddaliðið, Kairat Almaty.
Í dag hevði FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Altai.
Tá Jóannes var skiftur út í 77. minutti var støðan javnleikur 0-0. Altai legði seg á odda í 84. minutti. Tá tveir minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Stéphane Bahoken til 1-1. Men tað gekk bara ein minuttur, so hevði Altai skotið sigursmálið.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Kyzylzhar dyst á útivølli móti Aktobe.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Kyzylzhar-Altai 1-2 (0-0):
##med2##











