Martin Agnarsson spældi allan dystin, og hann skoraði málið hjá Aarhus Fremad, og fekk besta karakterin, 7,7 (av 10 møguligum) frá Soccerstand, tá Aarhus Fremad á útivølli leikti javnt 1-1 móti Esbjerg.
Tá ein tími var leiktur av dystinum fann Magnus Kirchheiner ein frían Martin Agnarsson, ið frá stuttari frástøðu beindi bóltin í málið til 1-0 til Aarhus Fremad. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Esbjerg til 1-1. Talan er um annað málið hjá Martini í hesum kappingarárinum.
Aarhus er nummar fimm í deildini við 16 stigum, sama stigatali sum Esbjerg, ið er nummar seks í deildini.
Komandi leygardag klokkan 13 hevur Aarhus Fremad dyst á heimavølli móti B93.
HER ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum Esbjerg-Aarhus Fremad 1-1 (0-0).