Tvær ferðir vóru Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding aftanfyri í dystinum á útivølli móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Við støðuna 2-2 fekk Meinhard E. Olsen í 84. minutti møguleikan at leggja Kolding á odda 3-2 við brotssparki. Men tíverri brendi Meinhard. Jonas Dakir bjargaði skotinum hjá Meinhardi.
Kolding er nummar sjey í deildini við 15 stigum. Teir eru eitt stig frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælinum. Tí svíður tað eyka, at Kolding ikki knógvaði sigurin í dag.
Komandi leygardag klokkan 12 hevur Kolding dyst á heimavølli móti Esbjerg, ið liggur á sætta plássinum við 16 stigum.
HER ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hobro-Kolding 2-2 (1-0).