Í dysti leiktur hóskvøldið á útivølli í italsku steypakappingini - Coppa Italia - eydnaðist tað Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Hellas Verona úr Seriu B at senda Cagliari úr Seriu A úr steypakappingini.
Abdou Harroui fekk Verona á sigurskós júst tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal, tá heimaliðið javnaði til 1-1. Tað sá út til, at dysturin fór at enda javnur aftaná vanliga leiktíð, men fáar minuttir undan dystarenda skoraði Samuele Mulattieri sigursmálið hjá Verona.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Cagliari-Hellas Verona 1-2 (0-1):
##med2##











