Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu fyrr í dag á útivølli í seinnu fjórðingsfinaluni í EHF European League 26-32 fyri Rapid Bukarest, ið var á odda 13-11 í steðginum. Jana skoraði fýra mál.
Viborg hevði lukkutíð vunnið fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 35-26 (19-14). Tað gav Viborg ein samlaðan 61-58 fjórðingsfinalusigur, og harvið eitt pláss í FINAL FOUR.
FINAL FOUR verður leikt í eysturríkska býnum, Graz vikuskiftið 16. og 17. mai.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Rapid Bukarest-Viborg 32-26 (13-11). Tvey góð mál hjá Janu, umframt góð upplegg til viðleikararnar síggjast í samandráttinum:
##med2##











