Víkingarnir fingu ferð á málskjótingina

Sølvi Vatnhamar var tvífaldur málskjútti, tá ið AB legði rygg til stórtap í Sarpugerði

Géza Dávid Turi og hinir víkingarnir vunnu í kvøld tryggan 5-0 heimasigur ímóti AB

Tveir av regluligu málskjúttunum í Sarpugerði, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen, eru skaddir. Hinir tríggir, sum ofta plaga at skjóta mál fyri víkingarnar, eru Olaf Bárðarson, Sølvi Vatnhamar og Martin Klein Joensen. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið so væl við málskjótingina hjá teimum.

 

Í kvøld var AB í Sarpugerði, og argjamenn fóru til hús við 5-0 tapi. Hálvleiksstøðan var 4-0, og tað glapp av álvara hjá omanfyri nevndu. Sølvi Vatnhamar setti hol á, tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir, og hann økti við brotssparki til  2-0, tá ið stórur hálvur tími var farin. Tá høvdu argjamenn í eina løtu av álvara verið við, og tað vóru støður, tá ið tað kundi eydnast teimum av javna.

 

Eftir 2-0 málið var spuringurirn bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Olaf Bárðarson skoraði fyri triðju ferð í ár tríggjar minuttir eftir brotssparksmálið, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat 1. hálvleiki, økti Jákup Johansen um munin til 4-0.

 

So var hálvleikur. Víkingur hevði skorað fýra mál, og Martin Klein Joensen, sum var fremsti maður, var ikki millum málskjúttarnar. Tveir minuttir eftir steðgin eydnaðist tað hjá Martini, sum ovurfegnaðist um fyrsta málið, síðani hann skoraði, tá ið Víkingur 1. apríl vann 7-0 á heimavølli ímóti TB. Sølvi Vatnhamar legði úr høgru inn fyri við frísparki, og við handara stólpa stakk Martin seg fram og stútaði bóltin í málið.

 

Víkingarnir vóru nógv meiri á bóltinum, men kanska løgdu teir ikki í at leggja so nógv fyri í álopspartinum, og argjamenn royndu sum frægast at binda fyri.

 

Fimm víkingar vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, og AB gjørdi fýra skiftingar.

 

Sigurin í kvøld ber við sær, at Víkingur er á fjórða plássi við 17 stigum – trý aftanfyri HB – og AB hevur framvegis eitt stig.

 

Longu sunnudagin hittast AB og Víkingur aftur. Tá verður tað á Argjum.

 

Géza Dávid Turi og hinir víkingarnir vunnu í kvøld tryggan 5-0 heimasigur ímóti AB