Sunnudagin klokkan 15 byrjar dysturin í Meistaradeildini hjá monnum við Margáir í Streymnesi millum EB/Streym og Víking.
R4 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Víkingur er nummar seks í deildini við 10 stigum. EB/Streymur er nummar níggju við fimm stigum.
Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum er talan um 16 sigrar til Víking, tríggjar javnleikir og ein sigur til EB/Streymi.
Víkingur hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum: 6,40 og 7,28.
Oddsini upp á javnleik liggja millum: 3,90 og 4,50.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum: 1,33 og 1,40.
HER eru oddsini:
##med2##












