Tað er Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, sum hevur sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um tilbúgvingarætlanir fyri føroyska samfelagið.
Spurningar hansara eru soljóðandi:
1) Hvussu langt er komið at fyrireika føroyska samfelagið uppá møguligar vandastøður orsakað av avbyrging uttanífrá?
2) Hvussu leingi kann føroyska samfelagið virka, um sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar?
3) Hví eru goymslurnar av mati, heilivági og brennievni ikki øktar, hóast váðin fyri avbyrging er væl kendur?
4) Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar at fyrireika føroyska borgaran uppá avbyrging uttanífrá?
5) Er ætlan um at geva almenna vegleiðing til borgarar um, hvussu tey skulu fyrireika seg í eini kreppustøðu?
6) Er ein dagførd cyber-trygdarætlan til staðar, sum tryggjar, at bankar, heilsuverk og samskifti kunnu virka í eini avbyrging?
7) Hevur landsstýrið tryggjað sær avtalur við Danmark og onnur grannalond um veitingar av mati, orku, útbúnaði og heilivági í kreppustøðum?
– Tað er ikki einki gjørt á tilbúgvingarøkinum í Føroyum.
Tað staðfestir Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, í spurninginum, sum hann hevur sett landsstýrismanninum. Hann vísir á, at fyri 9 árum síðani, í oktober 2017, læt táverandi Fiskimálaráð úr hondum bókling uppá 37 síður um “Tilbúgving í Føroyum”, sum lýsir ávísar karmar í eini tilbúgvingarætlan, og fyri 23 árum síðani, í november 2003, hevði tingið aðalorðaskifti um “Tilbúgvingarverkætlan Føroya”, og hóast spurningurin um tilbúgving hevur verið frammi í orðaskiftinum av og á, so er kortini lítil ivi um, at neyðugt er at eftirmeta alla tilbúgving av føroyska samfelagnum av nýggjum; serstakliga út frá støðuni í heiminum í dag.
– Í einum heimi við vaksandi geopolitiskum spenningi, ótryggum handilsleiðum og øktum váða fyri cyber-álopum hava fleiri lond í okkara øki styrkt sína borgarligu tilbúgving, økt goymslur og fyrireikað borgarar uppá møguliga avbyrging uttanífrá, sigur løgtingsmaðurin.
– Føroyar eru eitt samfelag, sum er púra bundið av innflutningi av mati, heilivági, brennievni og tøkni, og ein avbyrging kann tí raka okkum serliga meint, sigur Sámal Petur í Grund.
– Føroyar eru uttanveltaðar á mongum økjum, og hava avmarkaðar goymslur av lívsneyðugum vørum. Ein avbyrging – orsakað av hernaðarligum átøkum, geopolitiskum spenningi ella globalum kreppum – kann tí hava álvarligar avleiðingar fyri veitingar av matvøru, heilivági, orku, flutningi, útflutningi og fíggjarstøðuna í landinum, sigur hann.
– Meðan grannalondini hava styrkt sína samfelagsligu tilbúgving og fyrireikað fólkið uppá kreppur, er framvegis ógreitt, hvør støðan er í Føroyum, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar.
– Tí er neyðugt at fáa greið svar frá landsstýrinum um støðuna, og um hvussu føroyska samfelagið verður fyrireikað til møguliga avbyrging uttanífrá, sigur Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, í fyrispurninginum til landsstýrismannin.










