Tað er synd at siga, at hjálp og fyribyrging av kynsligum ágangi er millum størstu málini hjá løgtingsvalevnum hetta valstríðið. Fyrr í hesum mánaðinum eftirlýsti hjálparfelagsskapurin KRIS valevni, sum hava seinárin av kynsligum ágangi sum hjartamál.
Aftaná hetta hava fleiri valevni tó givið sína meining til kennar. Valevnini hava umrøtt avbjóðingarnar við kynsligum ágangi í Føroyum bæði á facebook, í miðlunum og í sambandi við vitjanir í hølunum hjá KRIS á Toftum.
Ein annar sjálvboðin felagsskapur, sum eitur Verjið Børnini, hevur eisini heitt á løgtingsvalevni um at koma við sínum hugsanum á Facebook. Inni á bólkinum “Steðga pedofili í Føroyum” verður spurt:
- Hvussu forða vit fyri, at fleiri børn blíva kynsliga misbrúkt og hvussukann landið hjálpa teimum útsettu børnum og tryggja teirra rættindi?
Verjið Børnini hevur millum annað sum mál at fáa fyrningarfreistina burtur sum skjótast.
Fyrra hálvár í ár hava 69 fólk vent sær til KRIS at biðja um hjálp, tí at tey hava verið fyri kynsligum ágangi.