Í morgin fyrrapartin leggur ferðafólkaskipið MS Hondius til bryggju á frítíðaroynni, Tenerifa.
Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, verða øll, sum eru við skipinum, roknað sum hávanda-sambond.
Skip, manning og ferðafólk hava verið meira enn ein mánað í sjónum.
Tá ferðafólk og manning fara av skipinum, verður neyðugt at hava eitt vakið eyga við teimum í 42 samdøgur, sigur WHO-stjórin, Maria Van Kerkhove, í einari útsøgn í dag.
Í minsta lagi fimm lond, harímillum Týskland, Frakland, Belgia, Írland og Niðurlond, hava sent flogfør til Tenerifa eftir ferðafólki, sum eru við skipinum.
##med2##
- Millum ferðafólkini eru 22 bretskir ríkisborgarar, og bretskir myndugleikar siga, at hesi verða flutt beinleiðis á sjúkrahús í útnyrðingspartinum av Onglandi, har tey verða í sóttarhaldi.
Hetta veit Dagbladet at siga í kvøld.












