Tað sigur Páll Isholm í tíðargrein í Sosialinum í dag, har hann skrivar um vitlíki.
Og hví sigur hann tað? Tí tøknin enn einaferð hevur yvirhálað ein stagneraðan skúlaveruleika, men hesaferð við munandi hægri ferð enn áður.
Vitlíkið er stóri fílurin í lærarastovuni, men higartil hevur lítið og einki verið at frætt um neyðug og ítøkilig átøk. Kanska tí man ikki veit síni livandi ráð, ella tí broytingin er so ógvislig, at hon er trupul at góðtaka, og lættari er at stinga høvdið í sandin. Men lata vit standa til, kann skúlin gerast ein tóm kulissa og próvtøkur eitt ritual uttan innihald, tí fílurin í lærarastovuni hevur merglop.
Vitlíkið bæði skrivar, rættar, roknar, googlar og sprotar, og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat hendir, tá tøknin ótarnað og ótilvitað sleppur at taka yvir? Vit fáa kanska ein lættari gerandisdag á so mongum økjum, men í skúlanum eri eg bangin fyri, at prísurin verður høgur. Kjarnuførleikarnir at hugsa kritiskt og kreativt lækka, meðan siðbundu karakterirnir helst hækka. Spurningurin er ikki, um vitlíkið broytir skúlan, tí tað hevur tað longu gjørt. Spurningurin er, hvussu vit svara.
##med2##
Lesið tíðargreinina í Sosialinum sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












