Yvirmenninir hjá B36 mundu leikt seg víðari

Walisiska TNS var nær við at spæla seg víðari úr øðrum undanumfari í Champions League

B36 hevði ongan kjans ímóti walisiska The New Saints, og tapti árstalsfelagið tilsamans 2-6 í fyrsta undanumfari til Champions League. Bæði B36 og TNS visti frammanundan tvídysti teirra, at ungarska Videoton fór at verða mótstøðuliðið hjá liðnum, ið spældi seg víðari. Í gjárkvøldið spældi TNS seinna dystin ímóti Videoton á útivølli.

 

TNS tapti fyrra dystin 0-1 á heimavølli fyri viku síðani. Tískil varð væntað, at favorittarnir úr Videoton fóru at koyra sigurin heim í seinna dystinum á teirra heimavølli, men TNS gjørdi lívið trupult hjá ungarska meistaraliðnum. Eftir vanligu leiktíðina hevði TNS vunnið 1-0, og tí var samlaða støðan 1-1, og farið varð tískil í longda leiktíð. Í longdu leiktíðini skoraði Videoton tó eitt mál, so at dysturin endaði 1-1. Tískil hevur Videoton spælt seg víðari við einum samlaðum sigri áljóðandi 2-1.

 

Hevði TNS spælt seg víðari, so hevði hvítarussiska Bate Borisov verið komandi mótstøðulið teirra.