innlegging til húsini og hetta hava tey ikki pening til. Av tí at húsini eru takt við nipabløðum, er neyðugt at takið verður skift við jøvnum millumbilum. Hetta tyngir sjálvsagt munandi um fíggjarliga hjá íbúgvunum [...] takplátur á húsini. At gera hetta kostar teimum nógvan pening og hendan pening hava tey ikki. Men um henda íløga varð gjørd, hevði ikki verið neyðugt at skift tak aftur fyribils. Um vit hjálpa teimum við peningi [...] Skandinaviska Barnamissiónin vil hervið heita á Føroya fólk um stuðul til Faroe Village til omanfyri nevnda tørv. Allur stuðul er kærkomin og so neyðugur. Um tit gera av at stuðla Faroe Village, kann peningurin
Við øðrum orðum verður hetta fyrstu ferð at bretski almenningurin og eisini flestu av bretsku politikarunum fáa høvi til at fáa kunnleika um hetta málið og hvat føroyingar meina um tað. Sjálvandi verða eisini [...] Merkingin av tí er við kennskapi, status og umhugsni at kunna ávirka onnur soleiðis, at hetta gagnar tær og tínari støðu. HETTA er serstakliga kent frá tí politiska lívinum. Í øðrum londum er lobbyisman ein týðandi [...] sum búleikast á hesum klettum. Tað er ein spurningur um at duga at tosa okkara felags søk. Lat okkum bara taka grindamálið. Tað er eitt gott dømi um, har tú hevur brúk fyri lobbyistum. Her hevur t.d. F
Nú summarferian nærkast og skúlabókin verður latin aftur fyri hetta skúlaárið er vanligt, at skúlaflokkar av bygd leita til høvuðsstaðin at síggja ymiskt har. Hesa seinastu tíðina hava nógvir slíkir flokkar [...] skúlaflokkurin ella rættari flokkarnir - tí tey eru úr 3., 4., 6. og 7 flokki úr skúlanum í Árnafirði. Nú um dagarnar vitjaðu øll tey seks skúlabørnini í Árnafirði á Sosialinum saman við lærarinnuni. Á blaðnum [...] útferð í Kirkjubø og á Velbastað. Avgjørt ein hendingarrík tíð fyri skúlabørn kring alt landið. Nú um dagarnar vóru skúlabørnini í Svínoy eisini á vitjan í blaðhúsinum, og hósdagin kemur túrurin til s
Norðurlendsku fiskimálaráðharrunum um húkin sum selektivt veiðiamboð til eftirtektar. Lat okkum fáa eitt líka breitt orðaskifti um hetta evni, sum tað vit hava havt nú í langa tíð um umsetiligheit, kappingarføri [...] frágreiðingum, hesum viðvíkjandi. Sjálvt um vit í skúlanum lærdu, at hvussu faktorarnir standa í einum roknistykki, er líkamikið, so er tað ikki líkamikið, um allir eru við ella ikki. Hans Johannes skrivar [...] 12%. Hetta er so prísurin man hevur valt at gjalda fyri at hava ein vinnubólk har hugtaki okkara tilfeingi kemur til sín rætt. Hesin fiskur verður longu nú boðin út til sølu í Føroyum. Nú vit tosa um ro
vóru tað 52, ið feldu sáttmálauppskotið. Hetta er ikki meira enn 20% av limum felagsins. Andreas Poulsen sigur, at hetta fær ikki nevndina at leggja frá sær. Hetta merkir, at limirnir ikki eru nøgdir við [...] heldur Andreas Poulsen, sum týðuliga er misnøgdur við, at neyðugt er at spyrja aðalfundin um sáttmálan. Í ein um nútíðarsamfelag má man kunna lata nevndini sáttmálasamráðingar í hendi, heldur hann. [...] fakfelag ikki skal sleppa at gera ein sáttmála sjálv, sigur Andreas Poulsen, ið er alt annað enn fegin um broytingina, sum gjørd var á seinasta aðalfundi í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag
dagrøktarskipanin, verður talan um nógvar pengar. Siga vit at tvær av teimum 62 dagrøktarmammunum gerast langtíðarsjúkar og at seks fara í barnsburðarfarloyvi, so er talanum um einar 6-700.000 krónur, og [...] tær dagpening frá triðja degi. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tað verður sera kostnaðarmikið, um býráðið skal geva hesum ófaklærda bólki rættindi sum starvsfólk. Landsstýrið hevur gjørt púra greitt [...] fyri alt landið. Annars skilir býráðið ikki, at dagrøktarmammurnar skulu steingja heimið, fyri tað um eitt barn teirra er sjúkt. Barnið skal koritni vera har - tær kunnu ikki bara lata aftur, verður
brandstøðin í Havn var ómannað. Við øðrum orðum vil tað siga, at um onkur ólukka hendi, var eingin á brandstøðini, sum kundi geva boðini víðari. Hetta heldur Leivur Hansen vera skelkandi, men sigur, at loysn er [...] Jacobsen, skiftast um at vera á vakt aftan á vanliga arbeiðstíð. Í arbeiðstíð er lærlingur til arbeiðis, sum passar telefonina. Leivur Hansen upplýsti í gjár, at brandmeistarin hevði biðið um skrivliga váttan [...] váttan frá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag um, at brandmenninir koma til arbeiðis, um okkurt er áfatt, men hesa váttan fær hann ikki. Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs-
málsliga væl útbornum fólki, skal ikki vera gitt um her. Tí tann nevndi hvørjumfalsformurin (maltesarum) og tann bundni fleirtalsformurin (maltesararnir) siga nakað um ta innbygdu málkensluna hjá tí føroyska [...] Burtur úr sagnorðinum at skriva gera vit navnorðið ein skrivari um ein ið skrivar, og úr sagnorðinum at prenta gera vit navnorðið ein prentari um ein ið prentar (tað kann so báði sipa til ein persón ið hevur [...] eitur í sær at endurnýggja seg. Ja, talan er í roynd og veru um vanvirðing av sínum egna máli. So góðu fólk, lat okkum taka okkum saman og fáa hetta uppá pláss! Á Føroyamálsdeildini, 10. juni 1997 Eivind Weyhe
fysikki, tosaði um trygd. Hann segði, at trygdarpolitikkurin als ikki bert snýr seg um verju - men so sanniliga eisini um fíggjarviðurskifti, handil, umhvørvi og útbúgving. Hann vísti á, at hetta eru viðurskifti [...] Heinz Fischer. Hann tosaði m. a. um fólkaatkvøðuna, sum verið hevur í Eysturríki um ES-limaskapin. Hann segði, at málini, ið serliga høvdu verið uppi í kjakinum vóru um frið og solidaritet - tað var meira [...] sum fram er komið um pedofeli í Belgia bert er toppurin á ísfjallinum. - trupulleikin er nógv størri, enn vit geva okkum far um, og bert fá dømi koma alment fram. Her varð so tosað um at brúka DNA-skráseting
yvirhøvur, um ikki landsstýrið kundi fara avstað sum ein maður - púra samdir. Hann fór enntá so langt sum at siga, at best var um alt løgtingið hevði eina felagsstøðu, sigur Jóannes Eidesgaard. Hetta er sjálvandi [...] Jóannes Eidesgaard heldur, at trúvirði hjá Fólkaflokkinum og Anfinni Kallsberg er fokið, um hetta er veruleikin. Hetta bendir á, at teir gera alt fyri at vera sitandi í Tinganesi, kosta hvat tað kosta vil [...] einastandi støða, at fíggjarmálaráðharri Føroya er óvitandi um, hvussu ein triðingur av inntøkunum á fíggjarlógini skulu fáa til vega. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi fíggjarmálráðharri í