yvir i-num" á mínari yrkisleið. Yrkisleiðin hjá mær hevur verið eitt ævintýr, og eg ætli mær at njóta løtuna, fortaldi Zlatan tíðindafólkunum. Zlatan hevur leigað høvuðstorgið í Malmö, so øll í býnum fáa [...] ítróttarhetjan í Svøríki. Í Malmö, har hann er uppvaksin, og ikki minst í barndómsfelagnum, Malmö FF hevur hann ein risastóran hetjustatus. Og tað er ein rørdur Zlatan, sum saman við liði sínum Paris Saint [...] hendan býin, segði Zlatan um stóru fólkaveitsluna, sum verður í heimbýi hansara, har hann sjálvur hevur syrgt fyri stórskíggja á høvuðstorginum í Malmö við pengum úr egnum lumma.
Amerikanska flogvápnið hevur sett av milliardir til at skifta út tey flogfør, sum amerikanski forsetin nýtir. Amerikanska verksmiðjan Boeing hevur tryggjað sær heiðurligu uppgávuna at lata tey nýggju [...] amerikanska verjumálaráðnum. Virðið á sáttmálanum verður ikki upplýst, men amerikanska flogvápnið hevur upplýst, at tey hava sett av 1,65 milliardir dollarar ella 11,4 milliardir krónur til endamálið. Tað [...] motorum, sum veitir ein eyka flogtrygd í mun til tey vanligu sløgini við tveimum motorum. Jumbojettin hevur verið flaggskipið hjá Boeing í mannaminni, men verða nú mest nýtt sum farmaflogfør, tí brennievnisnýtslan
Tað sigur eisini eitt sindur um álitið á hana, at hon hevur verið álitisfólk á stovninum í fleiri ár. - Við øllum hennara royndum á økinum hevur tað verið gott fyri Lítlaskóg og kommununa at havt hana [...] Dronningens Fortjenstmedalje í silvuri. Conny Dybzack fekk handað medaljuna í samband við, at hon hevur verið 40 ára í sama starvi. Tað skrivar Tórshavnar kommunu á síni heimasíðu í morgun. Borgarstjórin [...] hana her, segði borgarstjórin. Conny ætlar sær á pensjón í summar, men hevur lovað ikki at sleppa endanum heilt, tí tey á Lítlaskógi sleppa framhaldandi at ringja eftir henni, tá tørvur er á avloysara, skrivar
Hóast Manchester United ikki veruliga hevur sýnt gott fótbóltsspæl í Premier League í ár, so er sigursvanda felagið kortini við heilt har frammi, har tað er allar stuttligast. United er í løtuni á fjórða [...] løtuni deilast um. Í morgin spælir United á útivølli ímóti uppflytarunum úr Watford. Sum uppflytari hevur Watford staðið seg væl í ár, tí at felagið er á einum tryggum 10. plássi, og heili átta stig eru niður [...] verður verri enn undir vanligum umstøðum. Sambært sjónvarpsrásini hjá Manchester United, MUTV, so hevur Louis van Gaal váttað, at heili fimm leikarar mangla til dystin í morgin. Teir eru Michael Carrick
Sjálvur hevur Martin Klein verið á Koks í eina viku og arbeitt saman við Poul Andrias Ziska, høvuðskokki á Koks, fyri at skilja hugsjónina, hendan sermerkta, føroyska matstovan, byggir á. Ikarus hevur gestir [...] Besta føroyska matstovan, hevur nú fingið eitt sjáldsamt høvi at vísa føroyskt matkynstur fram úti í heimi. Tað hendir nú Koks er bjóðað at vera gestamatstova í matstovuni, Ikarus, í Salzburg í Eysturríki [...] matstova á Ikarus í februar. Í tíðindaskrivinum sigur køksleiðarin í Ikarus, Martin Klein, at hann hevur ikki bara bjóðað Koks í Ikarus, tí norðurlendsk matgerð er rættiliga væl dámd í Eysturríki. Hann fegnast
Hetta var mál nummar 425 í teimum hálvt hundrað dystunum, sum hann hevur spælt fyri Barcelona. Tølini siga millum annað, at hann hevur skotið 32 hattrik, meðan 237 av málunum eru skotin í 239 heimsdystum [...] Barcelona liggur á odda við 38 stigum saman við Atletico Madrid, meðan Real Madrid hevur 36 stig. FC Barcelona hevur tó spælt ein dyst færri enn hini.
Tað hevur vakt ans um allan heim, at Svøríki frá í dag av hevur hert eftirlitið við danska markið, og krevja nú samleikaprógv frá teimum ferðandi í eini roynd at minka um streymin av flóttafólkum til landið [...] kundi føra við sær, at flóttafólkini í staðin hópast upp í Danmark, tá tey ikki sleppa víðari. Tí hevur eisini verið ført fram, at danska stjórnin umhugsaði, at sjálv herða eftirlitið við markið til Týsklands [...] ðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á tíðindafundi boðaði frá, at tað er júst tað, ið danska stjórnin hevur avgjørt. Í fyrstu atløgu verður eftirlitið hert í 10 dagar, men tað kann leingjast við 20 døgum aftrat
eisini: Wayne Rooney kann enn Chelsea hevur havt stórar trupulleikar hetta kappingarárið, og tað hevur eisini kostað José Mourinho venjarastarvið. Við Guus Hiddink á odda hevur sæð nakað betri út. Í dag sá heilt [...] Willian og ein vælspælandi Diego Costa skoraðu málini. Serliga Diego Costa sær út sum ein spælari, sum hevur fingið spælihugin aftur. Tað skal tó nevnast, at Crystal Palace var uttan fleiri av berandi kreftunum
Hetta er ein stórur heiður. Tað er eitt herðaklapp fyri at vísa framfýsni og áræði, sum hevur ført til, at felagið eg ment og vaksið. Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, tá ið hann takkaði fyri [...] Jacobsen. - Hóast kappingin er hørð, og vit kappast ímóti fyritøkum, ið eru nógv størri enn vit, hevur starvsfólkið á Bakkafrost skapt úrslit í heimsflokki. - Í felag røkka vit teimum málum, vit hava sett [...] í Bakkafrost, og nógv av teimum eiga eisini í felagnum. Og síðani Bakkafrost fór á keypsskálan, hevur hvørjum einasta føroyingi staðið í boðið at eiga í Bakkafrost, og tann møguleikan hava fleiri tikið
Tað er Sigrun Albinus, ið eigur og rekur Gestabúðina, sum hevur nógv ár á baki á Tvøroyri, tey fyrstu árini niðri við havnalagið - og í fleiri ár á Traðarvegi á Tvøroyri. Seinasta mikudag læt Gestabúðin [...] vørurnar, eg selji, eisini nógv betri. Tað sigur Sigrun Albinus, sum heilt síðan hon var seks ára gomul hevur fingist við binding og ymiskt handaligt ítrivsarbeiði. Umframt at binda ymisk pløgg, eitt nú undirklæði [...] turrikløð, pútur, taskur og ymiskt annað, selir hon eisini tógv og ymisk pløgg fyri Snælduna. Hon hevur eisini ymiskt postalín, sum Óluva Johannesen og Kára Gunna Óladóttir gera. Ymiskt úr træi, sum Tórfinnur