info
Ongi úrslit
© Morten Stricker/Ritzau Scanpix
Kirsten Schwalbe heima í Struer í mars 2025. Hon er nú elsti danin nakrantíð, 112 ár og 218 dagar gomul.

112 ára gomul setur met – men kennir seg ikki gamla

Kirsten Schwalbe úr Struer er nú tann danin, sum hevur livað longst nakrantíð. Sjálv hugsar hon tó ikki um, at hon er gomul.

Eirikur Lindenskov
14. oktober 2026 kl. 18:52

112 ár og 218 dagar. So gomul er Kirsten Schwalbe, sum í dag, mikudagin, skrivar seg inn í søgubøkurnar sum tann danin, ið hevur livað longst nakrantíð.

Men hóast høga aldurin kennir hon seg ikki gamla.

– Nei, tað geri eg í grundini ikki. Tí hvussu er tað at kenna seg gamla? spyr hon í samrøðu við TV MidtVest.

– Eg ímyndi mær, at tá mann er gamal, situr mann bara og lúrir. Eg hugsi als ikki um, at eg sjálv eri gomul, sigur Kirsten Schwalbe.

Hon tekur metið eftir Karlu Lindholm Jensen úr Herning, sum doyði í 2020, 112 ára gomul og 217 dagar.

Kirsten Schwalbe er nú eisini millum tíggju elstu núlivandi fólkini í Evropa.

Sjónin og hoyrnin eru ikki, sum tær hava verið, viðgongur hon. Men hon heldur sjálv, at vitið framvegis er nøkulunda í lagi.

– Eg haldi nú, at mítt vit er nøkulunda í lagi, sigur hon við TV MidtVest.

Ein partur av loyndarmálinum aftan fyri høga aldurin er sambært henni at halda heilan virknan so væl, sum til ber.

Hon heldur eisini, at ílegurnar hava sín leiklut. Fýra av níggju systkjum hennara blivu eisini eldri enn 100 ár, greiddi hon Berlingske frá í 2024.

Harumframt leggur hon dent á gott lag og lívshug sum týðandi fyri eitt langt lív.

Metdagurin verður hátíðarhildin við einari miðmálsmáltíð saman við børnum og abbabørnum. Kirsten Schwalbe hevur tríggjar døtur, sum allar eru eldri enn 80 ár.

Til samanberingar gjørdist elsti kendi føroyingurin, Theodor Thomassen úr Sørvági, 107 ára gamal. Hann varð føddur 28. oktober 1908 og andaðist 9. mars 2016.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

7 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12. oktober kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri sløg av krabbameini gerast vanligari hjá fólki undir 50 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

1 tími síðan
Lesarabrøv

Helsingforsavtalan og norðurlendska samstarvið mugu rúma okkum øllum

1 tími síðan
Tíðindi

Handverkara­fel­øg­ini vrak­aðu semings­uppskotið

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Koyr saman til fótbóltskappingar

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Dysturin Neistin-Stjørnan er avlýstur

3 tímar síðan
Tíðindi

14 filmsverk­ætlanir fingið stuðul

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ferðsla í miðbýnum í Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks ukrainar dripnir í Lutsk

4 tímar síðan
Tíðindi

Í framtíðini skulu tey í ar­beiðs­meg­ini for­syrgja fleiri

5 tímar síðan
Tíðindi

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

7 tímar síðan
Tíðindi

Krabbamein og heilsa í Varpinum

7 tímar síðan