Tað eydnaðist ikki Semingsstovninum at finna semju millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Sambært einum tíðindaskrivi frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hava partarnir í rúma tíð samráðst um at endurnýggja sáttmálan, sum fór úr gildi 1. januar 2026.
Tá partarnir ikki sjálvir megnaðu at koma á mál, varð avtalað at fáa Semingsstovnin upp í samráðingarnar.
Semingsstovnurin royndi í gjár, týsdagin 13. oktober, at finna semju. Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar um klokkan 22, og teir fingu freist til á middegi í dag, mikudagin 14. oktober, at svara.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók einmælt undir við uppskotinum. Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna valdu hinvegin at vraka tað, upplýsir arbeiðsgevarafelagið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um støðuna, men vónar, at partarnir skjótast finna eina loysn, sum báðir partar kunnu taka undir við.
Í tíðindaskrivinum verður ikki upplýst, hví handverkarafeløgini vrakaðu uppskotið, ella hvat næsta stigið verður.