info
Ongi úrslit
Einar Johannessen hevur góðar útbúgvingar og fjølbroyttar arbeiðs-og leiðsluroyndir, eitt nú hjá SMJ og Articon

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

- Vit hava út við 30 góðar handverkarar í fyritøkuni, alt dugnaligir føroyingar, og síðan hava vit nøkur dugnalig starvsfólk aftrat til aðrar uppgávur, sum skulu røkjast, sigur nýggi stjórin í Eysturlon

Vilmund Jacobsen
12. oktober 2026 kl. 11:38

Í heyst frættist, at byggifyritøkan Eysturlon hevði fingið nýggjar eigarar, og at nýggju eigararnir eru vinnulívsmenninir, Fróði Sigvardsen og Árni Rasmussen. Saman hava teir stovnað íløgufelagið, SR Invest, sum hevur keypt Eysturlon.

- Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og tað, sum fyritøkan stendur fyri, skulu varðveitast.

Soleiðis segði Fróði Sigvardsen, tá tað var greitt, at vinnulívsmenninir høvdu keypt byggifyritøkuna. Lagt varð aftrat, at stovnarin og táverandi stjórin í Eysturlon, Jógvan Hans Østerø, fór at halda fram í fyritøkuni í eina tíð, men at hann síðan fór at gevast.

Nú er greitt, at Eysturlon hevur fingið nýggjan stjóra, og nýggi maðurin í stjórastarvinum er Einar Johannessen, sum hevur røtur í Sandoynni.

Einar hevur góðar útbúgvingar og fjølbroyttar arbeiðs-og leiðsluroyndir.

Hann lærdi til timburmann hjá Articon og gjørdist liðugur í 2008. Síðan fór hann at lesa til byggifrøðing í 2009 og gjørdist liðugur sum byggifrøðingur í januar í 2013.

Einar hevur eisini lisið á Aalborg Universiteti, har hann gjørdist kandidatur í tí, sum verður kallað “ledelse og informatik i byggeriet” í januar 2015.

Hóast hann er maður í bestu árum, hevur Einar Johannessen eisini drúgvar arbeiðsroyndir og leiðsluroyndir. Hann starvaðist hjá SJM árini 2015 til 2021, har hann eitt nú var tekniskur ráðgevi og verkætlanarleiðari.

At enda hevur hann starvast hjá Articon sum IKT-leiðari, har hann arbeiddi við talgildari menning og síðan sum verkætlanarleiðari í fyritøkuni.

Einar Johannessen heldur, at nýggja uppgávan sum stjóri í Eysturlon er sera spennandi og avbjóðandi.

- Vit hava út við 30 góðar handverkarar í fyritøkuni, alt dugnaligir føroyingar, og síðan hava vit nøkur dugnalig starvsfólk aftrat til aðrar uppgávur, sum skulu røkjast, sigur nýggi stjórin í Eysturlon við In.fo í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

11 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

14 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

43 minuttir síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

1 tími síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

1 tími síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

1 tími síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

5 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

11 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

12 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

13 tímar síðan