Eitt fjós á Skála hevur rivið í vindinum og er fokið á eini hús. Sambært løgregluni er stórur skaði á staðnum.
Fráboðanin kom um hálvgum fimm seinnapartin. Sløkkiliðini á Skála og á Strondum vórðu kallað út.
Løgreglan sigur, at nógvar fráboðanir komu millum klokkan 12.40 og 16. Talan hevur millum annað verið um takplátur, ryggásir og garðar, sum hava fingið skaða í vindinum. Ein hestavognur er eisini tikin av vindinum.
Skaðar eru fráboðaðir kring alt landið, eisini í Suðuroy, Fuglafirði og úr Klaksvík.
Vegurin til Funnings hevur verið stongdur vegna skriðulop, upplýsir løgreglan.
Tá in.fo tosaði við løgregluna, var fyribils friðarligari við fráboðanum.