info
Ongi úrslit

Helsingforsavtalan og norðurlendska samstarvið mugu rúma okkum øllum

– nú er tíðin komin til fullgildigan limaskap

Johan Dahl
14. oktober 2026 kl. 17:45

Norðurlendska samstarvið stendur við eitt vegamót. Í einari tíð, har trygdarpolitikkur, tilbúgving, verjumál og geopolitisk spenningur fylla meira enn nakrantíð, er neyðugt, at vit eisini dagføra karmarnar fyri okkara politiska samstarv.

Helsingforsavtalan, sum varð undirskrivað í 1962, er sjálvt grundarlagið undir formliga norðurlendska samstarvinum. Seinastu broytingarnar komu í gildi í 1996. Men heimurin er grundleggjandi broyttur síðani tá, og tað eru norðurlond eisini. Okkara øki, sum áður kanska ikki var so áhugavert, er nú blivið geopolitiskt áhugavert.

Tí er tað bæði rætt og neyðugt, at avtalan nú verður dagførd.

Tað eru nógv góð og neyðug tilmælir um broytingar i frágreiðingini, sum bleiv einmælt samtykt á ársfundinum i Reykjavik i oktober 2024, men fyri meg er eitt av teimum týdningarmestu málunum við hesi dagføring, at Føroyar, Grønland og Áland fáa ein greiðan og veruligan møguleika at gerast fullgildigir og javnbjóðis limir í norðurlendska samstarvinum – á jøvnum føti við Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.

Eitt arbeiði, sum eg sjálvur havi verið partur av

Eg havi sjálvur verið limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, eisini nevndur Præsidiið, og havi harumframt verið partur av arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælini um dagføring av Helsingforsavtaluni.

Tað hevur givið mær møguleika at vera beinleiðis við í arbeiðinum og teimum politisku viðgerðunum um, hvussu vit kunnu framtíðar tryggja norðurlendska samstarvið.

Eitt av teimum mest grundleggjandi sjónarmiðunum í hesum arbeiði var, at Føroyar, Grønland og Áland hava ymiskar ríkisrættarligar skipanir, og at hetta má virðast.

Men hesin ymisleiki má ikki gerast ein varandi forðing fyri javnbjóðis limaskapi.

Vit løgdu tí stóran dent á, at ein dagførd Helsingforsavtala skal kunna rúma einari skipan, har Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast fullgildigir limir, tá ið tey sjálvi ynskja tað, og tá ið neyðug semja er fingin við ávikavist Danmark og Finland.

Hetta er eftir mínum tykki ein bæði skilagóð og realistisk loysn.

Hon krevur ikki, at vit broyta okkara ríkisrættarligu støðu. Hon krevur heldur ikki, at øll trý londini hava somu stjórnarskipan.

Hon byggir einfalt á ta grundhugsan, at vit kunnu hava ymiskar ríkisrættarligar skipanir og kortini vera javnbjóðis samstarvspartar í Norðurlondum.

Áland má ikki gerast ein forðing fyri Føroyar og Grønland

Ein serlig avbjóðing í hesum arbeiðinum er støðan hjá Álandi.

Áland hevur eina aðra sjálvstýrisskipan og onnur ríkisrættarlig viðurskifti við Finnland, enn Føroyar og Grønland hava við Danmark.

Tað skulu vit sjálvandi virða.

Men tað hevði verið sera óheppið, um tað skuldi hent, at Finnland ikki kann ella vil taka undir við einari loysn, sum gevur Álandi møguleika til fullgildigan limaskap, og at hetta samstundis skuldi forða Føroyum og Grønlandi í at fáa tann limaskap, sum vit ynskja.

Tað má ikki gerast úrslitið av hesum týdningarmikla arbeiði.

Eg haldi, at vit eiga at standa saman við Álandi og stuðla teirra ynski um javnbjóðis støðu. Men vit mugu samstundis tryggja, at ein møgulig ósemja millum Finnland og Áland ikki verður ein forðing fyri, at Føroyar og Grønland kunnu taka næsta stigið í okkara norðurlendska samstarvi.

Ein felags loysn má vera nóg rúmlig til, at londini kunnu gerast fullgildigir limir hvør sær, tá ið tey sjálvi og teirra ríkispartnarar eru samd um tað.

Hetta er ikki at seta londini upp ímóti hvørjum øðrum. Tvørturímóti er tað at virða okkara ymisleika og samstundis tryggja, at øll fáa somu møguleikar.

Norðuratlantshav og Arktis gera spurningin meira átrokandi enn nakrantíð

Tað er heldur ikki tilvildarligt, at hesin spurningur er vorðin so týdningarmikil júst nú.

Vit liva í einari tíð við stórum geopolitiskum broytingum. Kríggið í Ukraina, vaksandi spenningurin millum stórveldini, trygdarpolitisku avbjóðingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi og økti denturin á tilbúgving og verju hava broytt politisku dagsskránna.

Føroyar, Grønland og Ísland liggja mitt í einum øki, sum hevur avgerandi strategiskan týdning fyri bæði Norðurlond og NATO.

Serliga Grønland er í einari útsettari støðu, har áhugin frá stórveldunum fyri landafrøðiligari staðseting, náttúrutilfeingi og hernaðarligum týdningi er vaksin munandi.

Føroyar hava somuleiðis eina strategiska staðseting í Norðuratlantshavi, har sjóleiðir, fjarskifti, undirsjóvarkáplar, orkuveiting, fiskivinna og tilbúgving hava stóran týdning fyri bæði okkum sjálvi og okkara grannalond.

Í hesum nýggja veruleika er tað eftir mínum tykki ikki longur nøktandi, at Føroyar og Grønland ikki hava somu formligu støðu í norðurlendska samstarvinum sum hini londini.

Tá ið norðurlendskir politikarar viðgera framtíðar tilbúgving, samfelagstrygd, trygdarpolitisk samstarvsviðurskifti og støðuna í Arktis, eiga Føroyar og Grønland at sita við borðið sum fullgildigir og javnbjóðis limir.

Vit eru ikki bert eitt landafrøðiligt øki, sum hini Norðurlondini skulu hava áhuga fyri.

Vit eru ein týðandi partur av Norðurlondum, og okkara rødd eigur at hava sama politiska virði sum røddin hjá hinum londunum.

Nú skal politiskur vilji til

Norðurlandaráðið samtykti í oktober 2024 tilmæli um at dagføra Helsingforsavtaluna. Síðani er ein løgfrøðilig kanning gjørd, og í mars 2026 samtyktu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir at seta eina nevnd við umboðum fyri øll átta londini at gera uppskot um broytingar.

Ætlanin er, at úrslitið skal kunna leggjast fyri Norðurlandaráðið á ársfundinum i Helsinki í oktober 2026.

Hetta er eitt týdningarmikið stig, men nú verður avgerandi, at politiski viljin eisini er til staðar at fremja tær neyðugu broytingarnar.

Vit mugu ikki enda við einari dagføring, sum bert broytir orðingarnar, men varðveitir tær somu grundleggjandi forðingarnar.

Norðurlond hava í nógv ár verið ein fyrimynd fyri fólkaræði, javnrættindi, samstarv og virðing fyri ymisleika.

Nú hava vit møguleikan at vísa, at hesi virðir eisini galda, tá ið talan er um okkara egna norðurlendska felagsskap.

Vit skulu ikki krevja, at øll lond eru eins fyri at kunna vera javnbjóðis.

Vit skulu heldur skapa eitt norðurlendskt samstarv, sum er nóg sterkt og nóg rúmligt til at fevna um okkara ymisleika.

Mín greiða áheitan til tær norðurlendsku stjórnirnar er tí, at tær finna eina loysn, sum tryggjar Føroyum, Grønlandi og Álandi ein veruligan og greiðan veg til fullgildigan limaskap, tá ið londini sjálvi ynskja tað, og neyðug ríkisrættarlig semja er fingin.

Samstundis má tryggjast, at serligar avbjóðingar í einum ríkisfelagsskapi ikki gerast ein forðing fyri menningini í einum øðrum.

Hetta snýr seg ikki bert um formligan limaskap.

Hetta snýr seg um javnrættindi, politiska virðing og um at tryggja, at øll átta norðurlendsku londini fáa møguleika at vera við til at mynda okkara felags framtíð.

Norðurlond standa sterkast, tá ið øll átta londini standa saman – sum javnbjóðis samstarvspartar.

Johan Dahl
Løgtingsformaður
Fyrrverandi limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum og limur í arbeiðsbólkinum um dagføring av Helsingforsavtaluni

.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

6 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12. oktober kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri sløg av krabbameini gerast vanligari hjá fólki undir 50 ár

1 minuttur síðan
Tíðindi

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

27 minuttir síðan
Tíðindi

Handverkara­fel­øg­ini vrak­aðu semings­uppskotið

48 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Koyr saman til fótbóltskappingar

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Dysturin Neistin-Stjørnan er avlýstur

2 tímar síðan
Tíðindi

14 filmsverk­ætlanir fingið stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ferðsla í miðbýnum í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Seks ukrainar dripnir í Lutsk

2 tímar síðan
Tíðindi

Í framtíðini skulu tey í ar­beiðs­meg­ini for­syrgja fleiri

4 tímar síðan
Tíðindi

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

6 tímar síðan
Tíðindi

Krabbamein og heilsa í Varpinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Harðar spreingingar eru aftur í Saudi Arabia

7 tímar síðan