– Í forsøgnum, sum eru 2-3 dagar fram, er altíð nakað av óvissu, men meiri enn tað er, at lágtrýstið við hesum ringa veðrinum fer í millum Føroyar og Ísland. Tað skal bert lítil broyting í gongdini til at broyta veðrið hjá okkum – bæði til tað betra og verra.
Soleiðis skrivar Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya um væntandi illveðrið mikudagin:
Taka vit fyrst eitt lítið sindur um sjálvt lágtrýstið, so fer tað á midnátt í kvøld at vera statt einar 300 fjórðingar beint sunnan fyri Flemish Cape. Trýstið er tá komið niður í 992 hPa, og vindferðin sunnan fyri miðjuna, har mesti vindurin er, skrið ella stormur. Í morgin gongur leiðin ímóti Íslandi, meðan trýstið fellur 20 hPa, niður í 972 hPa. Mesti vindurin er tá í landsynning úr miðjuni, og hann er stormur.
Tað er mikudagin, at vit fara at merkja vindin og regnið av hesum lágtrýsti í Føroyum. Tað fyrsta teknið, at lágtrýstið nærkast, er at ættin gongur niður í sunnan mikunáttina, og fram ímóti uppfaringartíð er vindurin vaksin upp í hvassan vind – t.e. 15 m/s – samdrigið og regn.
Klokkan 10:00 var lágtrýstið, sum fer at geva okkum tann nógva vindin mikudagin, statt út fyri New York í USA. Tað sær ikki serliga ógvulsigt út, og tað er tað heldur ikki. Lufttrýstið í miðjuni er 1003 hPa, rundanum er hvassur vindur. Fylgissveinamynd av Windy
Fyrrapartin mikudagin veksur vindurin upp í skrið, 18 m/s, og tað regnar illa alla tíðina. Út á seinnapartin veksur vindurin upp ímóti stormi, 22 m/s, ættin fer eitt sindur vesturum, meðan samregnið heldur uppat. Um kvøldið er skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, samdrigið og ælaveður.
Hetta er ringasta løtan.
Hósnáttina minkar vindurin, og tá ið komið er til middags hósdagin, er hann komin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og ælaveður.
Illveðrið er av á hesum sinni.