Tað er illveður og regn kring landið í dag, og bæði Bygdaleiðir og ymiskar kommunalar bussleiðir hava avlýst í dag.
Soleiðis er eisini í Klaksvíkar kommunu.
- Orsaka av nógva regninum eru avbjóðingar við at leiða regnvatnið burtur.
Tí heitir Klaksvíkar kommuna á borgarar um at halda seg burtur úr miðbýarøkinum fyribils.
- Innkoyringarnar við Føroya Tele, Betesda og Føroya Bjór eru stongdar, verður lagt aftrat.
Fyrr í dag boðaðu tey í Klaksvíkar kommunu eisini frá, at býarbussurin var givin at koyra.
- Býarbussurin koyrir ikki vegna veður, visti kommunan at siga.