- Eg havi ongantíð ongantíð hoyrt um ein veðr, sum hevur verið so tungur.
Tað sigur Thorvald Lützen, sum hevur fingist við kríatúr alt sítt lív, og hetta sigur hann á Facebook-vanganum, Seyðaáhugað í Føroyum.
Í Syðradali á Streymoynni, har hann hevur bóndast, er seyðurin tiltikin stórur. Men so tungan veðri hevur hann ikki hoyrt um áður.
Í heyst er ein trævetur gamal veðrur flettur í Skopun, sum vigaði heili 147 pund!
Vit kunnu siga, at á myndini omanfyri eru tað "faðir" og "sonur". Hin yngri veðrurin, sum bara er veturgamal, var sanniliga eisini stórur. Hann vigaði 124 pund.
Og tann gamli, sum er pápin, vigaði so sum áður nevnt heili 147 pund. Tað er hin morreyði veðrurin á myndini omanfyri, sum er hin gamli.
Ásbjørn Kjærbo hevur í fleiri ár havt stórar og góðar veðrar, men eingin hevur verið so stórur, sum trævetur gamli veðrurin í ár.
Nøkur ár herfyri, tá vit skiftu orð við Ásbjørn Kjærbo, spurdu vit hann, hvussu stórt eitt tjógv á einum veðri er, sum kanska vigar millum 120 og 130 pund.
Tá segði hann, at eitt slíkt tjógv helst mettar eini 12-14 fólk við eitt døgurðaborð!
Jú, sanniliga. Hetta eru stórir kroppar, sum hava fingið góða røkt - eru av góðum slag og hava fingið nógv og gott at eta.

