Dysturin í SMS-deildini millum Neistan og Stjørnuna, ið av røttum skuldi spælast í høllini á Hálsi norður er avlýstur.
Hesum boðar Neistin frá á facebookvanga sínum.
Orsøkin er sera vánaliga veðrið, ið ger tað sera óhøggligt hjá klaksvíkskvinnum at ferðast til Havnar í kvøld.
Ein dystur verður tó leiktur í SMS-deildini klokkan 18 í kvøld.
Í høllini á Hálsi suður tekur Kyndil móti H71.
Kyndil er aftast í deildini við tveimum stigum. H71 er fremst við fullum stigatali, 10 stigum fyri fimm dystir.