Beint fyri klokkan 13 í gjár bað løgreglan ein mann miðskeiðis í tríatiárunum flyta seg frá byggiplássinum, har nýggja kirkjan á Argjum verður bygd.
Maðurin mótmælti byggingini og stóð so nær staðnum, har spreingjast skuldi, at arbeiðsfólkini ikki tordu at halda fram við arbeiðinum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Løgreglan bað mannin flyta seg av trygdarávum. Tá hann sýtti, varð hann handtikin og tikin við á løgreglustøðina. Hann varð leyslatin aftur beint fyri klokkan 15.
Sambært vaktleiðaranum fær maðurin eina bót fyri ikki at gera eftir boðunum frá løgregluni.