info
Ongi úrslit
Mynd: Nólsoy NÚ & TÁ (Facebook)

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

Tilsamans 20 kvinnur úr Nólsoy vóru við flogfarinum úr Føroyum til Edinburg í morgun

Vilmund Jacobsen
26. november 2026 kl. 12:53

Tað er attraktivt at ferðast beinleiðis við Atlantic Airways úr Vágum til Edinburg - ikki minst, nú jólini stunda til.

Hetta sást eisini um 09-tíðina í morgun, tá føroyska flogfarið lætti sær á og setti kósina móti Skotlandi.

Fólk sótu í flestu setrum, men nøkur einstøk setur vóru tóm.

Eftir umleið hálvum øðrum tíma lendi flogfarið og øll tey ferðandi trygt í Edinburg.

Á Facebook-vanganum - Nólsoy NÚ & TÁ - liggur frálík mynd av einum ferðalag úr Nólsoy, sum var við flogfarinum í morgun.

Her verður sagt, at tilsamans 20 kvinnur úr Nólsoy vóru við flogfarinum úr Føroyum til Edinburg í morgun.

Í Nólsoy búgva sambært Landsfólkayvirlitinum 217 fólk og 20 av hesum svara til stívliga 9 prosent av fólkatalinum.

Heimferðin er mánadagin.

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

1 tími síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

1 tími síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokslær­arar hava fing­ið fleiri upp­gávur – men ikki nóg mikið av tíð

2 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna kommunu er góð

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er pólski hópurin Føroyar møta 9. desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið um trygd í Norður­atlantshavi

3 tímar síðan