Føroyska tyrlutilbúgvingin í dag líkist henni, sum íslendingar fyri 20 árum síðani gjørdu av at styrkja, fyri at bøta um trygdina hjá tyrlubjargarunum.
Tá hevði íslendska sjóverjan tvær bjargingartyrlur, men bara eina tyrlumanning á vakt allan sólarringin alt árið. Júst sum vit hava í Føroyum í dag.
Íslendsku tyrlubjargararnir høvdu tó eina trygd, sum føroysku tyrlubjargararnir ikki hava.
Amerikanska verjan hevði millum tvær og fimm bjargingartyrlur á herstøðini í Keflavík. Tær kundu vera í eykatilbúgving, tá íslendska Super Puma-bjargingartyrlan fór meira enn 150 fjórðingar úr landi.
Tá amerikanararnir fóru úr Íslandi í 2006, mistu íslendsku tyrlubjargararnir hesa trygdina.
Bjarga bjargarunum
Í einari frágreiðing um framtíðar íslendsku tyrlutilbúgvingina frá juli 2006 varð dentur lagdur á, at ikki bara trygdin hjá sjómonnunum, men eisini trygdin hjá sjálvum tyrlubjargarunum skuldi tryggjast.
– Ein tyrla eigur altíð at vera til reiðar, tá ein onnur flýgur langt til havs, stendur í frágreiðingini.
Longu 18. apríl í 2006 gjørdu íslendskir myndugleikar av at leiga tvær tyrlur aftrat og seta fleiri fólk í starv, so tvær tyrlumanningar kundu vera á vakt allan sólarringin alt árið.
20 fjórðingar í Íslandi – 200 í Føroyum
Í 2009 var íslendska 20-fjórðingareglan longu í gildi. Hon varð umrødd í íslendska Altinginum í sambandi við skerjingar í játtanini til sjóverjuna.
Í einum ráðharrasvari varð greitt frá, at tá bara ein bjargingartyrla var tøk, so bleiv tænastuøkið hjá tyrluni avmarkað til 20 fjórðingar úr landi.
Seks ár seinni, í 2015, gjørdi føroyska landsstýrið ein tíggju ára sáttmála við Atlantsflog, har kravið var, at føroyska bjargingartyrlan skuldi kunna flúgva 200 fjórðingar til havs, arbeiða í 30 minuttir og flúgva heimaftur, bæði dag og nátt.
Í føroysku tilbúgvingini er tó bara ein tyrlumanning á vakt.
Sýttu sjúkum sjómanni hjálp
Í 2010 hevði íslendska trygdarreglan við sær, at sjóverjan mátti sýta einum íslendskum trolara, sum var staddur 70 fjórðingar úr landi, tyrluhjálp til ein sjúkan sjómann.
Hetta fekk feløgini hjá íslendsku reiðarunum og sjómonnunum at heita á stjórnina um at styrkja tyrlutilbúgvingina.
Í Føroyum eru sjúkraflutningar av skipum, sum eru stødd væl meira enn 20 fjórðingar úr landi, vanligur partur av arbeiðinum hjá føroysku tyrlumanningunum. Í oktober 2023 var føroyska bjargingartyrlan eftir einari sjúkari kvinnu á einum russiskum trolara, sum var staddur 230 fjórðingar norðan fyri Føroyar, tá boð vóru eftir hjálp.
Styrkja aftur tilbúgvingina
Hóast 20 ár eru liðin, síðani íslendskir myndugleikar settu sær fyri at hava tvær tyrlumanningar á vakt allan sólarringin, er framvegis ikki altíð møguligt at hava tvær fullmannaðar bjargingartyrlur tøkar.
Tað gjørdist greitt mikukvøldið, tá íslendska fiskiskipið Jökull sakk 60 fjórðingar eystan fyri Ísland.
Bara ein av teimum trimum íslendsku bjargingartyrlunum var flúgviklár, og tyrlumanningin mátti seta trygdarreglurnar til viks, fyri at fara sjómonnunum til hjálpar.
Fríggjamorgunin gjørdi íslendska stjórnin av at skunda undir arbeiðið at útvega eina fjórðu bjargingartyrlu.
Samstundis arbeiðir føroyska landsstýrið við einum nýggjum langtíðarsáttmála um tyrlutænastuna.
Enn er ógreitt, hvørji trygdarkrøv verða sett í nýggja føroyska sáttmálanum.
Men tann eykatilbúgvingin, sum íslendingar longu fyri 20 árum síðani ásannaðu tørvin á, fyri at tryggja sínum tyrlubjargarum hjálp, um teir sjálvir komu í neyð, er framvegis ikki partur av føstu føroysku tyrlutilbúgvingini.