info
Ongi úrslit

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

Tað var maður Birnu, Ólavur Mikkelsen, ið handaði heiðurin

Heri Á. Simonsen
21. oktober 2026 kl. 06:15

FSF skrivar:

-Við nærum helminginum av atkvøðunum á sona appini, bleiv Birna Mikkelsen hjá Skála vald til besta spælara í septembur í MeistaraDeildini hjá kvinnum

——————

Týskvøldið varð útsetti dysturin millum Skála og HB í MeistaraDeildini hjá kvinnum spældur undir Mýruhjalla á Skála.

Men áðrenn dómarin, Tórhallur Thomsen bríkslaði í gongd, varð Birna Mikkelsen hjá Skála heiðrað sum besti spælari í septembur.

– Hetta var ein góður heiður at fáa, sum eg sjálvandi eri ómetaliga glað fyri. Kappingarárið hevur annars verið rættuliga sermekt, tí upprunaliga skuldu vit spælt seinnu hálvu í niðara bólkinum, men fluttu upp, tá vit yvirtóku plássið hjá NSÍ.

– Eg haldi tó at tað hevur verið mennandi fyri okkum. Vit hava fingið nøkur góð úrslit, og sum heild hevur kappingarárið verið á góðari leið, sigur Birna Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð, vóru Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Durita Hummeland úr KÍ. Tá atkvøðugreiðslan á sona appina lat aftur, hevði Birna Mikkelsen fingið nærum helmingin av atkvøðunum.

Tað var maður Birnu, Ólavur Mikkelsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði henni eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Sjálvur dysturin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið endaði 4-0 til HB. Málini gjørdu Brá Zakariasardóttir, Petsy Káradóttir Nielsen og Lilja Eiriksdóttir Højsted, meðan eitt var sjálvmál. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

7 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

8 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

8 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

9 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

10 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

10 tímar síðan