Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Aluminij Kidričevo høvdu eina stóra favorittstøðu, tá teir í kvøld skuldu spæla dyst á útivølli móti NK Brezice í slovensku steypakappingini. Brezice spælir í næstbestu deildini, meðan Aluminij spælir í bestu deildini.
Adriano Bloudek við einum brotssparki í 53. minutti, og Rok Schaubach við einum máli fýra minuttir seinni syrgdu fyri, at Aluminij var á sigurskós. Men í 81. minutti javnaði Brezice við einum brotssparki, og ein minutt seinni javnaðu teir til 2-2, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðin skoraði heimaliðið tvær ferðir uttan, at Aluminij megnaði at svara aftur. Sostatt reyk Aluminij úr steypakappingini við einum 2-4 tapi.
Tað sum gjørdi arbeiðstreytirnar munandi torførari hjá Hanusi og liðfeløgunum var, at Matija Boben fekk reyða kortið fýra minuttir undan steðginum. Við støðuna 3-2 til Brezice fekk Dino Simunic seinna gula kortið, og so mátti Aluminij stríðast níggju móti 11 leikarum.
Mikudagin klokkan 16 kunnu Hanus og liðfelagarnir koma upp á tiltikna hestin aftur. Tá hava teir dyst á heimavølli í bestu slovensku deildini móti Nafta.