Í undanumrøðuni royndu tey í HB í vikuni at eggja viðhaldsfólkum at møta upp, nú plássið í næstbestu deildini stóð upp á pláss.
Treytin, fyri at tað skuldi eydnast at sleppa undan at flyta niður, var, HB vann úrtøku og helst øll trý stigini ímóti grannunum í B36.
Men soleiðis gekk tað als ikki.
B36 vann 6-0, og tað ber við sær, at næstbesta liðið hjá HB endaði á 9. plássi og flytur niður í 2. deild. Úrtøkan hjá HB var 25 stig, og B36 endaði við 35 stigum. Um tað fer at bera sætta ella fimta plássið við sær fæst at vita í morgin, tá ið TB fær vitjan av B71.
Bara fimm minuttir vóru farnir, tá ið B36 legði seg á odda, og tá ið B36 áðrenn eitt korter var farið økti um munin til 2-0, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði B36 tvey mál aftrat, fýra minuttir eftir steðgin varð 5-0 og tveir minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Emil Hansen 6-0 sigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í 1. deild.
Jeremiah Mensah Okome setti hol á. Hetta var sjeynda málið hjá honum í 1. deild í ár.
Magnus Næs var tvífaldur málskjútti. Hann skoraði til 2-0 og 4-0, og til saman skoraði hann fimm mál í ár.
Hini bæði málini skoraðu Pætur Akselsen og Tyrni í Sjúrðagarði. Teir skoraðu í ár ávikavíst eitt og tvey mál.
Í Runavík vann Víkingur 1-0 ímóti NSÍ.
Fríði Gertsson Jarnskor skoraði málið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Sigurin bar við sær, at Víkingur endaði næstfremst.
Í Hólmanum á Eiði vann FC Hoyvík 1-0. Málskjútti miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Herman Nolsøe.
Felags fyri bæði NSÍ og FC Hoyvík var, at tey undan síðsta umfari vóru í vanda fyri at flyta niður. Hóast bæði liðini taptu, so vera tey eisini í 2027 í 1. deild.
B71 | 26 | 20 | 3 | 3 | 84 | 27 | 63 |
Víkingur | 27 | 20 | 3 | 4 | 73 | 43 | 63 |
FC Suðuroy | 25 | 17 | 2 | 6 | 77 | 36 | 53 |
ÍF | 25 | 10 | 7 | 8 | 56 | 52 | 37 |
TB | 25 | 9 | 7 | 9 | 50 | 52 | 34 |
B36 | 27 | 11 | 2 | 14 | 60 | 66 | 35 |
FC Hoyvík | 27 | 9 | 2 | 16 | 42 | 75 | 29 |
NSÍ | 27 | 7 | 5 | 15 | 36 | 60 | 26 |
HB | 27 | 6 | 7 | 14 | 35 | 51 | 25 |
EB/Streymur | 25 | 3 | 2 | 22 | 31 | 76 | 11 |
Í morgin
ÍF – FC Suðuroy: Arnar Lognberg kl. 15.45
TB – B71: Niklas Petersen kl. 15.00