info
Ongi úrslit

Brynja seg til framtíðina við fýra nýggjum skipum

Navigare Shipping hevur gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip

Vilmund Jacobsen
12. apríl 2024 kl. 11:11

Skipini verða 90 metrar til longdar við einum lastikapasiteti á 5.300 tons ella 7.800 rúmmetrar. Í dag er størsti lastikapasiteturin í felagnum 4.650 tons ella 6.000 rúmmetrar.

Seinastu 15 árini hevur Navigare Shipping ment seg til at reka ein flota við 15 skipum, ið sigla fyri kundar í Føroyum og uttanlands. Higartil hevur felagið keypt eldri skip og umbygt tey eftir tørvinum hjá felagnum.

Nú virksemið er vorðið so stórt, metir felagið, at tíðin er búgvin at endurnýggja flotan við at byggja nýggj skip. Hetta fer at tryggja burðardyggari flutning og betri manningarviðurskiftir.

Tey fýra nýggju skipini, sum skulu byggjast í Hálandi, fara at minka munandi um útlátið, tá samanborið verður við skip í tilsvarandi stødd hjá felagnum. Eisini fara nýggju skipini at klára at flyta størri nøgdir, ið merkir, at útlátið lækkar munandi fyri hvørt flutt tons.

Í skipunum verður gjørt klárt til landstreym við battarískipan, ið avmarkar útlát og ljóðdálking, tá skipið liggur í havn. Eisini verða skipini klárgjørd til ísetan av mekaniskum seglum og verða bygd soleiðis, at skiftast kann til metanol sum brennievni í framtíðini.

Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og hini trý skipini verða leverað ávikavist í 2026 og 2027.

- Vit hava tryggjað, at skipini, sum skulu byggjast, eru sniðgivin júst til okkara tørv, soleiðis at vit kunnu veita kundum okkara tí bestu tænastuna, betra um manningaviðurskiftini, samstundis sum skipini er so umhvørvisvinarlig sum gjørligt, sum tryggjar ein grønari flutning.

Tað sigur Álvur Højgaard, stjóri í Navigare Shipping.

Hóast hækkandi rentur tyngdi rakstur felagsins nakað, so hilnaðist 2023 væl hjá felagnum. Ársúrslitið hjá Navigare Shipping fyri 2023 gjørdist 29 mió.kr., sum er áleið sama støði sum 2022.

Í samband við, at felagið hevur lagt nýggja strategi við at byggja nýggj skip, er avgjørt at styrkja felagið við nýggjum eigarum. Í hesum sambandi hava bæði verandi og nýggju partaeigararnir skotið pengar inn í Navigare Shipping.

P/F Royndin, sum hevur verið partaeigari síðan 2009, er keypt út, og nýggjur partaeigari er RMV Holding, sum er ein samanrenning av fleiri íleggjarum.

Sp/f Navigare við brøðrunum, Álvuri, Jan, Anfinni og Bárði Højgaard og Framtak eru framhaldandi partaeigarar í Navigare Shipping.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eftirlýstir maðurin funnin í øllum góðum

21 minuttir síðan
Hondbóltur

Nykøbing-Falster tapti stórt fyri Odense í steypakappingini

22 minuttir síðan
Tíðindi

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

39 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

1 tími síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

8 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

9 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

10 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette

10 tímar síðan