info
Ongi úrslit
Nordic Halibut væntar stóran vøkstur næstu árini. Ætlanin er nevniliga at taka 3.500 tons av kalva í 2027 og heili 10.400 tons í 2031, sigur felagið

Norskur kalvaalari ætlar at útvega 140 milliónir krónur

Seinasta ársfjórðingi tók Nordic Halibut 276 tons av kalva. Miðalvektin var 5,1 kilo, miðalprísurin var knappar 120 krónur fyri kilo, og inntøkurnar vóru 27,3 milliónir krónur

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 15:32

Norska alifelagið Nordic Halibut hevur heitt á SB1 Markets um at selja átta milliónir partabrøv.

Málið hjá felagnum er at útvega umleið 140 milliónir krónur í okkara peningi til nýggjar íløgur í alistøðina í Torjulsvågen og til vanligan rakstur.

91 milliónir krónur eru longu tryggjaðar. Íløgufeløgini, Kontrari og Farvatn Private Equity, hava nevniliga teknað seg fyri ávikavist 70 og 21 milliónum krónum.

Kystmagasinet.no veit at siga, at útboðskursurin er settur til 17,50 krónur, sum er sløk 12 prosent lægri enn keypsskálakursurin í gjár, sum var 19,89 krónur.

Tekningartíðarskeiðið byrjaði í morgun og endar í morgin, fríggjadagin 20. november.

Víst verður á, at í seinasta ársfjórðingi tók Nordic Halibut 276 tons av kalva. Miðalvektin var 5,1 kilo, miðalprísurin var knappar 120 krónur fyri kilo, og inntøkurnar vóru 27,3 milliónir krónur.

Samstundis hevur felagið lækkað mettu tøkunøgdina fyri 2026 úr 1.500 tonsum niður í 1.200 tons.

Men, felagið væntar stóran vøkstur næstu árini.

- Ætlanin er nevniliga at taka 3.500 tons í 2027 og heili 10.400 tons í 2031, skrivar Norne Securities, sum Kystmagasinet.no endurgevur.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

21 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Níggju fólk druknaðu í Noregi í oktober

5 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

15 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Berlin til stóran toppfund um Ukraina

1 tími síðan
Lesarabrøv

Viðhald frá kommunala eftirlitinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samstarvsskjal við Bretland verður undirritað í komandi viku

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stuttsøga um Flemish Kap

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur

2 tímar síðan
Tíðindi

Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólkatingið hevur samtykt Grønlands-avtaluna

2 tímar síðan
Tíðindi

Býráðið í Havn við­ger fíggj­ar­ætl­an­ina fyri 2027 í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Putin: Ukraina og Evropa ikki eru til reiðar at gera semju

3 tímar síðan
Tíðindi

Útflutningur av fiski til Kina veksur við hálvari milliard

3 tímar síðan