Ukraina og Evropa eru ikki til reiðar at gera tær semjur, sum skulu til fyri at steðga krígnum í Ukraina. Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, á tíðindafundi hósdagin, sambært Reuters.
Putin segði, at Russland er til reiðar at umrøða eina loysn við sínar samstarvsfelagar. Hann greiddi ikki frá, hvørjar samstarvsfelagar hann sipaði til.
Russiski forsetin segði eisini, at krøvini hjá Russlandi um trygd í Evropa enn ikki eru orðað í smálutum. Hann heldur tó, at øll krøvini eru grundað.
Leiðararnir orðaðu felags yvirlýsing
Tíðindafundurin var eftir fundin millum Putin, amerikanska forsetan, Donald Trump, og kinesiska forsetan, Xi Jinping, í Shenzhen í dag.
Sambært Putin skilja teir tríggir leiðararnir nú hvør annan betur. Hann lýsti samrøðuna sum opna og gagnliga og segði seg vóna, at londini fara at halda fram við slíkum fundum.
Putin segði, at viðurskiftini við USA kundu verið betri, men at framferðin hjá Trump-stjórnini mótvegis Russlandi gevur honum orsøk til bjartskygni.
Eftir fundin kom fram, at teir tríggir leiðararnir høvdu orðað eina felags yvirlýsing við heitinum Friðaryvirlýsing. Putin segði í tí sambandi, at tað er betri at hava onkra avtalu enn onga.
Ritzau/Reuters