Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2027 kemur til aðru viðgerð á býráðsfundinum í dag. Býráðið skal eisini taka støðu til eina eykajáttan av meirinntøkum í 2026 og eina umbøn um eykajáttan til stuðulstímar hjá børnum við serligum tørvi á dagstovnaøkinum.
Kommunan ætlar at keypa lonurnar í Hoydølum fyri umleið 1,58 milliónir krónur. Ætlanin er at brúka tær til undirvísing í Hoyvík, meðan Hoyvíkar skúli verður umvældur.
Á skránni eru eisini ein nýggj serstøk byggisamtykt fyri Rabarbukvarterið, endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø og eitt mál um sethúsaútstykking í bygdini.
Ógreitt, nær eykarokningin fyri farstøðina kemur fyri
Eykarokningin fyri nýggju farstøðina á Molanum er ikki skrásett sum sjálvstøðugt mál í almannakunngjørdu fundarskránni. Sambært Kringvarpinum er meirkostnaðurin hjá kommununi góðar 24 milliónir krónur, so parturin hjá kommununi kemur upp á umleið 164 milliónir krónur.
Meirilutin í havnanevndini tekur undir við at játta pengarnar. Elsa Berg, borgarstjóri, segði týsdagin við Kringvarpið, at fíggjarnevndin hevði málið fyri sama dag, men at tað enn ikki var nóg væl upplýst til at verða avgreitt. Enn er ógreitt, um málið verður tikið upp sum eykamál í dag, og nær fíggjarnevndin tekur endaliga støðu.