Norska bjargingarfelagið ávarar nú um øktan vanda fyri at detta á sjógv, nú veturin nærkast, og kuldi og kavi gera seg galdandi.
- Í oktober lótu níggju fólk lív í druknivanlukkum í Noregi. Hetta er meira enn tvífalt so nógv sum í oktober í fjør, tá fýra fólk druknaðu.
Tað skrivar norska Kystmagasinet.
Tølini hjá norska bjargingarfelagnum, Redningsselskapet, vísa, at higartil í ár eru tilsamans 75 fólk druknað í Noregi – 72 menn og tríggjar kvinnur.
Øll tey níggju, sum lótu lív í oktober, vóru menn.
- Fýra av vanlukkunum hendu, tá fólk duttu á sjógv, fýra tilburðir høvdu samband við frítíðarbátar – harímillum vatnskutarar, og hin seinasta vanlukkan hendi undir kaving.
Redningsselskapet vísir á, at regn, frost og ísur kunnu gera bryggjur og hellur sera hálar.
- Detta fólk av óvart í kaldan sjógv, kann hetta elva til kuldaskelk, sum ger tað trupult at stýra andadráttinum og halda sær flótandi.
Redningsselskapet sigur, at fleiri av vanlukkunum í oktober vísa, hvussu álvarsamar avleiðingar tað kann hava við sær at detta á sjógv av óvart.
Tanja Krangnes, fakleiðari hjá Redningsselskapet, sigur, at fólk altíð eiga at brúka bjargingarvest - eisini, tá tey bara skulu út á bryggjuna at hyggja eftir bátinum.
- Fólk eiga eisini at hugsa um, hvussu sleppast kann uppaftur, um tey gerast áhaldsin og detta á sjógv.
Tanja Krangnes leggur aftrat, at við tungum klæðum í køldum sjógvi kann tað vera sera strævið at sleppa uppaftur við egnari hjálp.