Styrking av loftverjuni og fíggjarligur stuðul eru millum fremstu málini hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, á toppfundinum í Berlin.
Tað var týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sum tók ímóti ukrainska forsetanum, tá hann kom á Ukraina-fundin hjá bólkinum av londum, ið rópa seg "samgongan av teimum fúsu".
– Raðfestingin hjá Ukraina er at styrkja okkara loftverju, orkuveiting og fíggjarliga stuðul. Harumframt snýr tað seg um diplomatisku gongdina og næstu stigini fyri at fáa enda á krígnum, samstundis sum okkum verður veitt framtíðar trygd.
Tað skrivar Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðlinum X, fyrrverandi Twitter.
Umleið 30 ríkis-og stjórnarleiðarar luttaka á Ukraina-fundinum.
Toppfundurin er í Berlin sama dag, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hittir kinesiska forsetan, Xi Jinping og russiska forsetan, Vladimir Putin, í kinesiska býnum Shenzhen.
Millum evropeisku londini hevur leingi verið stúrt fyri, at tey verða sett út á síðulinjuna, tá kríggið í Ukraina verður umrøtt millum Trump, Putin og Ukraina.
– Vit gera alt, vit kunnu fyri at tryggja fulla evropeiska luttøku í samráðingartilgongdini, skrivar ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, á X.