info
Ongi úrslit

Ein stuttsøga um Flemish Kap

- Tað er ikki ein fyritreyt, at tú hevur verið á Flemish Kap fyri at lata uppskot inn til skrivikappingina, har vinnararnir verða avdúkaðir á samkomu á Torradagunum

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 13:43

Í sambandi við Torradagarnar, sum verða í Klaksvík 15. – 20. februar 2027, verður ein skrivikapping útskrivað.

Talan er um eina stuttsøgukapping, og uppgávan er at skriva eina stuttsøgu, sum liggur millum 1.200 – 1.500 orð. Stuttsøgan skal verða skrivað á føroyskum og ikki vera útgivin áður.

Latnar verða 1. og 2. virðisløn á 10.000 krónur og 5.000 krónur, og dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at astuttsøgukappingin er opin, og kunnu øll luttaka. Tað er frítt at skriva eftir egnum ynski, har søguheitið er “Flemish Kap”.

- Tað er ikki ein fyritreyt, at tú hevur verið á Flemish Kap fyri at lata uppskot inn til skrivikappingina.

Stuttsøgan skal verða dómsnevndini í hendi í seinasta lagi hin 15. januar 2027.

- Handritið skal latast inn sum wordskjal og latast umvegis teldupost: [email protected] í seinasta lagi 15. januar 2027 klokkan 18.

Lagt verður aftrat, at navn og bústaður á rithøvundi skal upplýsast. Stuttsøgan verður síðan latin dómsnevndini ónavngivin.

- Í dómsnevndini sita Dorit Hansen, Eilen Anthoniussen og Annika Egholm.

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at vinnararnir verða avdúkaðir á samkomu á Torradagunum, leygardagin hin 20. februar 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

19 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

23 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Viðhald frá kommunala eftirlitinum

5 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsskjal við Bretland verður undirritað í komandi viku

6 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur

23 minuttir síðan
Tíðindi

Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo

30 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkatingið hevur samtykt Grønlands-avtaluna

36 minuttir síðan
Tíðindi

Býráðið í Havn við­ger fíggj­ar­ætl­an­ina fyri 2027 í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Putin: Ukraina og Evropa ikki eru til reiðar at gera semju

1 tími síðan
Tíðindi

Útflutningur av fiski til Kina veksur við hálvari milliard

1 tími síðan
Tíðindi

Talið av laksaalarum í Noregi verður hálverað innan fimm ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Van Gogh-málningur seldur fyri 1,3 milliardir krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðulstímar til børn hava kostað meira enn játtað í sjey ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn

3 tímar síðan