- Eitt nýtt evni er komið undan kavi í Svøríki, og onkur fer at doyggja, um vit ikki megna at steðga hesum nú.
Hetta sigur løgreglukvinnan, Maja Skepp, við svensku sjónvarpsstøðina TV4.
Seinastu vikurnar er eitt ókent rúsevni farið at breiða seg í Norrkøping í landsynningspartinum av Svøríki.
Fyri tveimum døgum síðan fór svenska løgreglan út á Facebook við einari álvarsligari ávaring.
Løgreglan skrivar, at tey í fleiri førum hava hitt fólk, sum hava verið so hart rakt av einum rúsevni, at tey millum annað hava mist vitið og hava havt andingartrupulleikar.
Við TV4 sigur løgreglukvinnan Maja Skepp, at árinini av evninum eru ymisk millum brúkararnar, men at tað er ein felagsnevnari.
- Tað er, at fólk gerast sera harðlig. Tá fólk leggja uppí, megna tey ikki at gevast at sláa aftur.
Víðari lýsir løgreglan tilburðir, har fólk eru komin í støður, sum líkjast psykosu.
– Vit hava sæð fólk, sum eru runnin út á ein motorveg, og tey hava verið um reppið at verða yvirkoyrd, sigur hon og heldur fram:
– Vit hava eisini havt ein tilburð við einum persóni, sum vit hava illgruna um hevur tikið evnið, og sum helst hevur eina sálarliga sjúku frammanundan. Hesin byrjaði at eta seg sjálvan.
Svenska løgreglan veit enn ikki, hvat evnið er, men sambært TV4 hava tey illgruna um, at talan kann vera um mefedron ella eitt nýtt frábrigdi av evninum alfa-PVP.
Mefedron er eitt miðnervastimulerað rúsevni, sum kann minna um bæði MDMA og kokain.
- Evnið gevur ofta eina kenslu av lukku (eufori), økta orku og kenslu av vælveru og samkenslu. Men evnið kann eisini elva til ótta og paranoia.
Maja Skepp vísir á, at Alfa-PVP ofta gevur eina kenslu av eydnu, men evnið kann eisini elva til álvarsama paranoia, ranghugsanir og bráðfeingis psykosu.
Løgreglukvinnan sigur, at tey farna vikuskiftið komu í samband við fleiri fólk, sum tey høvdu illgruna um høvdu brúkt evnið.
- Soleiðis, sum evnið breiðir seg, og hvussu ógvuslig árinini hava verið fyri summi, vænta vit, at onkur fer at doyggja, um vit ikki megna at tálma hesum, sigur svenska løgreglukvinnan, Maja Skepp.