Tríggir sjómenn lótu lív, tá íslendska línu- og garnaskipið Jökull ÞH 299 sakk umleið 60 fjórðingar eystan fyri Ísland í gjárkvøldið.
Tað upplýsir íslendska sjóverjan í einari almennari fráboðan klokkan 7.36 í morgun.
Tíðindini koma eftir, at íslendskir miðlar seint í gjárkvøldið boðaðu frá, at øll manningin, 17 mans, var tikin upp úr sjónum við tyrlu og flutt til Egilsstaðir.
Tá varð tó einki upplýst um, hvussu menninir høvdu tað.
Nú er greitt, at tríggir av teimum 17 monnunum ikki komu livandi frá vanlukkuni.
Sendi neyðarkall um leka
Tað var stutt eftir klokkan 17 í gjár, at skiparin á Jökli setti seg í samband við íslendsku sjóverjuna og boðaði frá, at skipið lak.
Manningin fekk boð um at lata seg í bjargingardraktir, og stutt eftir boðaði skiparin frá neyðstøðu og upplýsti, at manningin var farin at fyrireika seg at fara av skipinum.
Jökull sakk, og allir 17 menninir endaðu í sjónum.
Íslendska sjóverjan sendi bæði bjargingartyrlu og eftirlitsflogfarið TF-SIF á staðið. Eisini vórðu bjargingarbátar sendir avstað, og fiskiskip í økinum vórðu biðin um at koma til hjálpar.
Sera torfør bjarging
Veðrið á leiðini var sera ringt. Aldurnar vóru millum átta og tíggju metrar høgar, og vindferðin var millum 13 og 18 metrar um sekundið.
Eftirlitsflogfarið kom á vanlukkustaðið stutt eftir klokkan 20, og klokkan 21.15 kom bjargingartyrlan.
Tyrlumanningin arbeiddi í umleið tveir tímar undir sera torførum umstøðum við at fáa sjómenninar upp úr sjónum.
Tilsamans vórðu 17 menn tiknir upp við tyrluni, men tríggir teirra doyðu.
Tyrlan lendi á flogvøllinum í Egilsstaðum stutt fyri midnátt, har heilsustarvsfólk tóku ímóti manningini.
Nakrir av teimum bjargaðu vórðu seinni í nátt fluttir víðari til Reykjavíkar.
Orsøkin ókend
Jökull ÞH 299 var heimahoyrandi í Raufarhöfn og varð rikin av íslendsku fyritøkuni GPG Seafood.
Skipið var bygt í Noregi í 1996 og hevði áður navnið Nanoq, tá tað varð brúkt til fiskiskap við Grønland.
Enn er ikki greitt, hví leki kom á skipið, ella hvat elvdi til, at tað sakk.
Íslendskir myndugleikar hava boðað til tíðindafund klokkan níggju í morgun, har nærri verður greitt frá vanlukkuni.
Keldur: Íslendska sjóverjan, RÚV og Morgunblaðið.