info
Ongi úrslit
© Tilgjørd mynd in.fo/Sosialurin

Tunnilsstjórin: Sam­an­legg­ing spar­ir í mesta lagi eina hálva millión

Uni Danielsen, stjóri í P/F Tunli, heldur ikki, at nógv er at spara við at leggja tey fýra tunnilsfeløgini saman. Hann ávarar eisini um, at samanleggingin kann hava óhepnar avleiðingar.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 08:34

Nýskipanarnevndin mælir til at leggja øll tey fýra almennu tunnilsfeløgini saman í eitt felag við felags nevnd, leiðslu og fyrisiting.

Men Uni Danielsen, stjóri í P/F Tunli, ivast í, hvussu stórur fíggjarligur vinningur verður av einari slíkari samanlegging.

Hann sigur við Kringvarp Føroya, at sparingin neyvan verður meira enn ein hálv millión krónur.

Tað er munandi minni, enn ein kanska kundi væntað av at leggja fýra feløg saman í eitt.

Nýskipanarnevndin hevur tó ikki sjálv sett nakað ítøkiligt tal á, hvussu nógv kann sparast.

Stórur munur á skuldini

Ein týðandi munur er á fíggjarligu støðuni hjá tunnilsfeløgunum.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru skuldarfríir og eiga sambært Kringvarpinum knappar 100 milliónir krónur tilsamans.

Hinvegin hevur P/F Eystur- og Sandoyartunlar eina skuld upp á meira enn tvær milliardir krónur.

Uni Danielsen heldur, at ein samanlegging kann hava óhepnar avleiðingar.

Nýskipanarnevndin grundgevur fyri sínum tilmæli við, at feløgini hava sama eigara, røkja somu uppgávur og hava somu yvirskipaðu áhugamál.

Nevndin heldur, at tað eigur at bera til at spara upp á nevndararbeiði, grannskoðan, roknskaparhald og fyrisiting. Eisini verður víst á møguleikan at samskipa rakstur, viðlíkahald og innkeyp.

Men sambært tunnilsstjóranum verður fíggjarliga úrtøkan av hesum avmarkað.

Nýskipanarnevndin mælir til, at sama nevnd verður vald í øllum fýra tunnilsfeløgunum á aðalfundunum í 2027.

Síðani skal samanleggingin fyrireikast, so hon fær virknað frá 1. januar 2028.

Enn er eingin politisk avgerð tikin um at leggja feløgini saman.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dagføring: Tríggir sjómenn sjólátnir tá Jökull sakk

4 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin kommunu­lækni í sunn­aru helvt í Suðuroynni

11 minuttir síðan
Tíðindi

Nú fæst aftur øl og vín í Suðurgrønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta mamman er krýnd Miss Universe

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið óbroytt á 0,9 prosentum í oktober

2 tímar síðan
Ítróttur

KÍF kløkkaði Fleyr, sum kom fyri seg og vann

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Barcelona-GOG beinleiðis á TV3

2 tímar síðan
Tíðindi

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

8 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 Sport vísir dystirnar hjá Føroyum í Golden League

9 tímar síðan
Tíðindi

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

9 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: United knógvaði eitt stig í Lissabon

9 tímar síðan