Fólk í Vági og bygdunum sunnanfyri hava ongan kommunulækna í sínum øki hesa vikuna.
Báðir kommunulæknarnir í Vági eru í farloyvi, og eingin avloysari er settur fyri teir.
Tað skrivar Kringvarp Føroya.
Fólk, sum hava tørv á læknahjálp, verða í staðin víst til teir báðar kommunulæknarnar á Tvøroyri.
Men har er eisini nógv at gera, og tað kann vera trupult at fáa telefonsamband við læknaviðtaluna.
Rúni Lisberg úr Sumba greiddi Kringvarpinum frá, at hann mánadagin royndi at fáa fatur á kommunulækna á Tvøroyri, men at tað var trupult at koma ígjøgnum.
Fýra kommunulæknar til alla oynna
Í Suðuroynni búgva sløk 4.460 fólk.
Sambært kommunulæknaskipanini skulu fýra kommunulæknar vera í oynni, tveir í Vági og tveir á Tvøroyri.
Men tá báðir læknarnir í Vági eru í farloyvi uttan avloysara, er øll kommunulæknatænastan í oynni í roynd og veru løgd á læknarnar á Tvøroyri.
Kringvarpið hevur bæði týsdagin og mikudagin roynt at fáa eina frágreiðing frá Egili á Bø, stjóra í Heilsutrygd, um støðuna.
Men tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá stjóranum.
Tí er heldur ikki greitt, hví eingir avloysarar eru settir fyri læknarnar í Vági, ella hvørja ætlan Heilsutrygd hevur fyri at tryggja kommunulæknatænastuna í sunnaru helvt í Suðuroynni, meðan læknarnir eru í farloyvi.