Anak Krakatau, sum liggur í Sundasundinum millum indonesisku oyggjarnar Java og Sumatra, fór í gos 4. september.
Gosið helt á í umleið 25 tímar, og stórar nøgdir av øsku og gassi vórðu sendar upp í lofthavið. Á satelittmyndum sæst ein stórur gosstrókur reka burtur frá lítlu eldgosoynni.
Avleiðingarnar vóru stórar. Øskan rak millum annað móti Jakarta, og sunnudagin varð flogferðslan steðgað á átta floghavnum. Bara á høvuðsflogvøllinum Soekarno-Hatta í Jakarta vórðu 964 flogferðir ávirkaðar. Tilsamans vórðu meira enn 1.500 flogferðir og umleið 170.000 ferðafólk rakt hendan dagin.
Øskan røkk upp í 15 kilometrar hædd á Sumatra-síðuni av gosinum. Skúlar steðgaðu undirvísing, fiskimenn lótu vera við at fara til fiskiskap, og myndugleikarnir heittu á fólk um at brúka masku og eygnaverju, har øskan legðist.
Barnið hjá Krakatau
Navnið Anak Krakatau merkir barn Krakatau. Eldgosoyggin tók seg upp úr sjónum í 1920'unum á sama staði, har gamla Krakatau hevði verið.
Krakatau er eitt av kendastu eldgosunum í søguni. Í 1883 sprongdist stórur partur av oynni í einum ógvusligum gosi. Gosið og flóðaldurnar, sum fylgdu, kravdu meira enn 36.000 mannalív.
Anak Krakatau hevur síðani verið virkið við jøvnum millumbilum. Í desember 2018 rapaði ein partur av eldgosoynni niður í havið og elvdi til eina flóðaldu, sum kostaði meira enn 400 fólkum lívið.
Indonesisku myndugleikarnir hava nú Anak Krakatau á varskóingarstigi 3, sum er næsthægsta stigið. Fólk verða biðin um ikki at nærkast meira enn tríggjar kilometrar frá gosopinum.
Myndatekstur:
Gosið í Anak Krakatau sæst væl úr rúmdini. Hvíti gosstrókurin er serliga gass og vatndampur, meðan brúnu skýggini eru øska og annað tilfar úr gosinum. Myndin er tikin av einum Copernicus-satelitti.