Slaktið verður aftur á Vaglinum leygardagin 12. september frá klokkan 11 til 16.
Á tiltakinum ber til at fylgja gongdini frá livandi djóri til lidnan mat. Bæði seyður og neyt verða flett, og kokkar vísa, hvat kann fáast burtur úr føroyskum rávørum. Eisini verða ókeypis smakkiroyndir bodnar teimum vitjandi.
Í sambandi við tiltakið verður ferðslan í miðbýnum broytt.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at Niels Finsens gøta verður stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið frá klokkan 18 í kvøld til klokkan 18 í annaðkvøld 12. september.
Parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið verður somuleiðis stongt í sama tíðarskeiði.
Slaktið er ætlað allari familjuni, og fyriskipararnir leggja dent á, at bæði børn og vaksin kunnu síggja, hvussu føroysku rávørurnar verða viðgjørdar frá slakti til matgerð.
Tiltakið er frá klokkan 11 til 16 leygardagin.