Sitandi samgonga stendur við samtyktu ætlanina um Suðuroyartunnilin, og eingin ætlan er um at broyta lógina, sum Løgtingið samtykti í februar.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.
Jenis av Rana setti spurningin, tí lítið hevði verið at hoyrt um Suðuroyartunnilin, síðan nýggja samgongan tók við. Hann vísti millum annað á, at tunnilin hvørki varð nevndur í samgonguskjalinum ella løgmansrøðuni.
Men sambært Jacob Vestergaard er eingin ivi um ætlanina.
– Tað er ongin ætlan at broyta lógina. Kósin er sett, tað skal vera fast vegasamband millum Suðuroy og meginøkið. Føroyingar skulu verða javnsettir og knýttir saman í einum veganeti. Tú skalt kunna búgva, arbeiða og virka um alt landið, og ferðast skjótt og trygt allastaðni, skrivar landsstýrismaðurin.
Prosjektering tekur um eitt ár
Jacob Vestergaard upplýsir eisini, at fyrireikingarnar ganga eftir ætlan.
Forprosjektið til sjálvan undirsjóvartunnilin er dagført. Ein broyting er, at Skúvoy nú skal knýtast í vegakervið.
P/F Suðuroyartunnil sendi 21. mai Landsverki umsókn um at góðkenna forprosjektið, og Landsverk arbeiðir saman við serkunnleika við málinum.
Tá Landsverk hevur góðkent forprosjektið, kann farast undir sjálva prosjekteringina. Hon verður mett at taka umleið eitt ár.
Forprosjektini fyri vegir og tunlar á landi skulu eftir ætlan sendast Landsverki til góðkenningar í heyst.
Bora á Skálafjalli og Sandarfløttinum
Fleiri jarðfrøðiligar kanningar eru eisini í gongd.
Borað verður á Skálafjalli í sambandi við nýggja Sandvíkartunnilin, og boringar á Sandarfløttinum eru um at verða lidnar. Eisini verður borað í sambandi við ætlaða Skálavíkartunnilin gjøgnum Traðarhamar.
Harumframt ger Vikmar í løtuni kanningar av havbotninum í Skúvoyarfirði og Suðuroyarfirði.
Umhvørvisárinsmetingin verður eisini gjørd. Fágreiðingin verður væntandi liðug um ársskiftið og verður tá send Umhvørvisstovuni til víðari viðgerðar.
Ongin dagfesting fyri nýggja lógaruppskotið
Jenis av Rana spurdi eisini, nær landsstýrismaðurin væntar, at lógaruppskotið um sjálva byggingina av Suðuroyartunlinum verður lagt fyri Løgtingið.
Her setur Jacob Vestergaard onga dagfesting á.
Fyrst skal verkætlanin fyrireikast liðug, neyðug loyvi skulu fáast til vega, og síðani skal verkætlanin prosjekterast og bjóðast út.
Tá tilboðini eru komin inn, og greiða er fingin á, hvat verkætlanin fer at kosta, ætlar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskotið um at gera Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunlum og vegum fyri Løgtingið.
Lógin, sum longu er samtykt, gevur nevniliga heimild til at fyrireika, prosjektera og bjóða verkætlanina út, men ikki til sjálva byggingina.
Tí verður neyðugt við einari nýggjari løgtingssamtykt, áðrenn farið kann verða undir at byggja.