Tað er álvarsama niðurstøðan í nýggju temafrágreiðingini Fíggjarpolitiskt haldføri 2026 hjá Búskaparráðnum.
Haldførisávísin fyri Føroyar er minus 4 prosent av BTÚ. Tað merkir, at varandi tillagingar svarandi til umleið 1,2 milliardir krónur í miðal um árið skulu gerast við hægri inntøkum, lægri útreiðslum ella øðrum átøkum, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal kunna varðveitast. Búskaparráðið leggur dent á, at hetta ikki er ein rokning, sum skal rindast beinanvegin, men eitt mát fyri støddina á varandi ójavnvágini í almennu fíggjunum.
Fleiri eldri – arbeiðsmegin veksur lítið
Stóra orsøkin er broytingin í aldurssamansetingini.
Fram til 2100 væntar Búskaparráðið, at talið av fólki yvir 67 ár veksur við 76,5 prosentum. Í sama tíðarskeiði veksur talið av fólki í aldrinum 16–66 ár bert við 2 prosentum og talið av børnum við 5 prosentum.
Hetta sæst skjótt aftur í almennu kassunum. Komandi 10 árini væntast rakstrarútreiðslurnar til eldraøkið at vaksa við nærum 25 prosentum, meðan rakstrarútreiðslurnar til heilsuverkið vaksa við nærum 10 prosentum.
Sambært framrokningini verður hallið hjá almenna geiranum um 10 ár um 3 prosent av BTÚ, svarandi til umleið eina milliard krónur í dagsins BTÚ. Um 20 ár er hallið komið upp á 5 prosent av BTÚ, ella umleið 1,5 milliardir krónur.
Enntá við hægri pensjónsaldri
Tað serliga við minus 4 prosentunum er, at Búskaparráðið longu hevur roknað við eini røð av tiltøkum, sum bøta um støðuna.
Grundframlitið byggir millum annað á, at pensjónsaldurin hækkar eitt hálvt ár fimta hvørt ár frá 2040 og endar á 74,5 árum í 2100. Somuleiðis verður roknað við, at almennar veitingar, eitt nú fólkapensjónin, vaksa seinni enn lønirnar.
Verður pensjónsaldurin hinvegin ikki hækkaður eftir 2030 og verður verandi á 68 árum, versnar haldførisávísin úr minus 4 niður í minus 6 prosent av BTÚ.
Búskaparráðið mælir tí til, at lógin verður broytt, so pensjónsaldurin í størri mun fylgir veksandi livialdrinum.
3,7 arbeiðandi fyri hvønn pensjónist
Í dag eru 3,7 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist. Verður pensjónsaldurin ikki hækkaður eftir 2030, verður talið komið niður á 2,2 í 2100. Við hálvárs hækking fimta hvørt ár verða 3,4 fólk í arbeiðsmegini fyri hvønn pensjónist í 2100.
Samstundis liva føroyingar longri. Ein 67 ára gamal maður kann í 2026 vænta at liva í nærum 18 ár afturat, men í 2100 nærum 24 ár. Hjá kvinnum eru tølini ávikavist góð 20 og nærum 28 ár.
Verrið enn hjá hinum Norðurlondunum
Føroyar standa eisini verri enn hini Norðurlondini í samanberingini hjá Búskaparráðnum.
Haldførisávísin er 0,5 prosent í Danmark, minus 1 prosent í Svøríki og minus 3,1 prosent í Finlandi, meðan føroyska talið er minus 4 prosent. Noreg hevur ikki ein samsvarandi ávísa, tí norski oljugrunnurin hevur so stóran týdning fyri haldførið.
Føroyar hava kortini ikki ein bráðfeingis skuldartrupulleika. Landsbankin metti almennu bruttoskuldina til umleið 32 prosent av BTÚ við árslok 2025. Trupulleikin er heldur gongdin frameftir: verða inntøkurnar ikki øktar ella útreiðslurnar skerdar, verður ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjaður við lántøku.
Vil hava politiskar reglur
Búskaparráðið mælir til eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum fevnir um bæði land og kommunur. Millum annað eigur hámark at verða sett fyri útreiðsluvøksturin, og fíggjarlógin eigur at javnviga yvir eitt tíðarskeið á fýra til fimm ár.
Harumframt mælir ráðið til, at kostnaðurin av politiskum uppskotum verður roknaður 10 og 20 ár fram, so tað verður sjónligt, hvat nýggj átøk fara at kosta í framtíðini og hvussu tey skulu fíggjast.
Búskaparráðið vísir eisini á fleiri aðrar leiðir: rakstrarsparandi íløgur, serliga á eldraøkinum, fleiri ung skulu eggjast til at velja Føroyar, og almennu inntøkurnar kunnu økjast. Ráðið nevnir millum annað møguleikan at krevja ein størri part av yvirnormala vinninginum í fiski- og alivinnuni inn sum gjald fyri nýtslu av náttúrutilfeinginum.
Boðskapurin hjá Búskaparráðnum er kortini ikki, at henda gongdin við vissu verður veruleiki. Framrokningin er ein ávaring um, hvat kann henda, um eingi átøk verða gjørd. Tess longri bíðað verður við at broyta kós, tess størri og brádligari kunnu neyðugu broytingarnar gerast.