info
Ongi úrslit

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

Skipað var fyri tíðindafundi í Und­ir­vís­ing­ar­stýr­i­num í dag. Bárður á Lakjuni, menta­mála­ráð­harri, bar fram røðu, og undir yv­ir­skrift­ini, Vit­líki við skili, legði Eyð­un Gaard, stjóri í Námi, og for­mað­ur í stýri­sbólk­i­num, nýggju strategiina fram

Nanný J. Toftegaard
17. september 2026 kl. 18:15

Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Fróðskaparsetur Føroya sum hava gjørt strategiskjalið.

Tilgongdin at gera nýggju strategiina hevur verið serstøk. Arbeiðisbólkurin hevur skipað fyri verkstovum, og samrøður eru gjørdar við næmingar, lesandi, undirvísarar, leiðslur og umsiting í útbúgvingarskipanini. Úrslitið byggir á sjónarmiðini sum tá komu fram.

– Tá vit hava havt verkstovur, hava tey staðið uppi, og skriva sínar tankar við blíanti og pappíri. Hetta hevur verið eitt tilvitað val, tí tá vit standa, hugsa, skriva, og heingja upp á veggin, kemur nógv skilagott fram. Vit síggja, hvat onnur hugsa, og kunnu kjakast um tær ymisku hugsanirnar, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.   

Vitlíki skal stuðla læring og fakligari dygd uttan at koma í staðin fyri grundleggjandi kunnleika og førleikar. Málið er, at næmingar og lesandi fáa førleikar at brúka vitlíki sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, og lærarar, undirvísarar og leiðslur skulu hava neyðugar førleikar at undirvísa, stuðla og leiða menningina.

Tað skal vera greitt, hvørjar førleikar næmingar og lesandi skulu megna við vitlíki, og hvørjar teir skulu klára uttan vitlíki.

Nýtslan skal lagast eftir aldri, útbúgving, útbúgvingarstigi og endamáli.  

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

27 minuttir síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

47 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

3 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 37-29 móti StíF

4 tímar síðan
Hondbóltur

H71 framdi stórt bragd - sendi Ostrovia úr European Cup

4 tímar síðan
Tíðindi

Vänsterpartiet vrak­ar nýtt út­spæl og krev­ur ráð­harra­sessir

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

6 tímar síðan