info
Ongi úrslit

Fara at bjóða leiguíbúðir út í apríl

Avtala er nú gjørd, sum leggur ábyrgdarbýtið og víðari nýtsluna av Biskupstorgi í Klaksvík í trygga legu.

info
Vilmund Jacobsen
8. mars 2019 kl. 22:23
Stjórin í Bústøðum og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hava gjørt avtalu, sum leggur ábyrgdarbýtið og víðari nýtsluna av Biskupstorgi í Klaksvík eina trygga legu. Tað verður soleiðis, at Bústaðir yvirtaka ognarskap og alla ábyrgd av teimum 30 íbúðunum úr Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, samstundis sum Klaksvíkar kommuna á sama hátt yvirtekur veghædd og kjallarahædd í Biskupstorgi. Við hesi loysnini fylgja Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Andras Róin, stjóri í Bústøðum, somu mannagongd, sum varð brúkt, tá íbúðabyggingin undir Kráarbrekku var komin undir land. Teir báðir staðfesta, at samstarvið um Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku hevur eydnast væl og hevur tænt sínum endamáli. - Fyrsta verkætlanin hjá sjálvsognarstovninum var at byggja 24 íbúðir undir Kráarbrekku og eitt sambýli við tilhoyrandi kjallara og felagshølum. Tann verkætlanin fór í gongd seinast í nítiárunum, og tá farið varð undir verkætlanina - Biskupstorg í miðbýnum - vórðu ognirnar undir Kráarbrekku somuleiðis seldar úr sjálvsognarstovninum. Bústaðir yvirtóku íbúðirnar, og kommunurnar í Norðoyggjum yvirtóku sambýlið. Tað sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi, sum sent er miðlunum í kvøld. Lagt verður aftrat, at íbúðirnar undir Kráarbrekku vóru eitt frambrot, tá tær komu, tí tær vóru millum tær fyrstu eldraíbúðirnar í landinum. Tað staðfestir borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum eisini heldur, at íbúðirnar neyvan høvdu komið á nakran annan hátt enn júst gjøgnum hendan sjálvsognarstovnin. - Tíð var ikki til aðra konstruktión, og í dag kunnu vit fegnast um, at hesar íbúðirnar hava verið ein sucess, sigur borgarstjórin, sum leggur aftrat, at sama er galdandi fyri Biskupstorg. Jógvan Skorheim heldur ikki, at gongd hevði fingist á miðbýarverkætlanina, um ikki júst hetta modellið varð brúkt. Hann vísir á, at Bústaðir nú hava 30 íbúðir í hjartanum í Klaksvík, og Klaksvíkar kommuna hevur nátt sínum máli um at fáa gongd á ein spennandi miðbý. - Sjálvsognarstovnurin hevur loyst hesa uppgávuna, og nú skulu vit hyggja frameftir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjórin. Mikudagin var avhendingin av bygninginum undirskrivað, so nú er komið hartil, at fólk skjótt kunnu gleða seg til at fáa bjóða eina leiguíbúð. Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, sigur, at hetta hevur verið ein drúgv bygging, men samstundis eisini ein sera spennandi verkætlan. - Vit hava fingið nakrar sera snotiligar íbúðir á besta økinum í Klaksvík, har vit eisini síggja fyri okkum, at borgararnir koma at trívast. So hvørt, sum miðbýurin veksur og verður útbygdur, fer hetta økið at draga alt meiri av lívi og virksemi til sín, sigur stjórin í Bústøðum. Hann vísir á, at upprunaliga kostnaðarmetingin fyri byggingina av Biskupstorgi var 93 miljónir krónur, men við tilkeypi og byggirentu í tí longda byggitíðarskeiðnum verður nú mett, at samlaði kostnaðurin verður umleið 100 miljónir krónur. Andras Róin leggur aftrat, at leiguíbúðirnar verða bodnar út í apríl við innflyting frá mai mánaði.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

19 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

39 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

59 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan