Trý føroyingalið vóru fríggjakvøldið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum. Harímillum var ein føroyingauppgerð.
Í høllini í Ølstykke vunnu Ísak Vedelsbøl (myndin) og liðfelagarnir í HØJ stórsigur 38-24 á Rúnari Hammer og hansara liðfeløgum í Stoholm.
Ísak skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og var saman við Lasse Andersson toppskjútti hjá HØJ. Ísak vann eisini liðnum eitt brotskast. Rúnar skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir, og var næstbesti málskjúttin hjá Stoholm. Rúnar legði eisini upp til eitt mál og vann liðnum tvey brotskøst.
HØJ er fremst í deildini við 16 stigum. Stoholm er næstaftast við tveimum stigum.
Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge taptu á heimavølli 24-26 (13-12) fyri Lemvig-Thyborøn.
Køge er nummar 11 í deildini við seks stigum.
Í morgin klokkan 12.30 spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel dyst á útivølli móti Rækker Mølle. Klokkan 16 hava Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Aarhus dyst á heimavølli móti Norddjurs.