info
Ongi úrslit

Føroyskt telefelag farið undir trotabúðarviðgerð

Føroyska telefonfelagið Tosa verður nú tikið undir trotabúarviðgerð.

Eirikur Lindenskov
13. juni 2022 kl. 15:38

Tann avgerðin er tikin í dag eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 25. mai, verður sagt úr skiftirættinum.

Sum fyribils bústjóri er sett Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, SÓKN Advokatar.

– Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, skrivar Føroyar Skiftirættur.

Í endamálsorðingini fyri PSp/F Tosa stendur, at endamál felagsins er at hava í hondum og reka fjarskiftistænastu umframt aðra vinnu sum hevur samband við hetta virksemi.

Felagið skrivar í ársroknskapinum, sum varð samtyktur í fjør, »at endamál felagsins er at hava í hondum  og reka fjarskiftistæanstu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.

Rakstrarroknsakpurin hjá felagnum fyri 2020 vísir eitt undirskot á kr. 1.157.272, og fíggjarstøðan hin 31. desember  vísir eina eginogn upp á kr 565.723.«

Felagið hevur selt telefon- og internethald, sum felagið hevur veitt gjøgnum netið hjá Nema.

Sp/F Tosa hevur hildið til í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn

Nevndarformaður er Tróndur Hentze Sørensen. Hinir nevndarlimirner eru Eiler Jacobsen og Henny á Líknagøtu. Stjóri er Tummas Við Skipá.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

2 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

5 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

5 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

6 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

6 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

6 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

7 tímar síðan