info
Ongi úrslit

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

- Eingin orsøk er til stúran hjá øðrum íbúgvum í økinum, sigur danska løgreglan

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 04:10

Ein 62 ára gamal maður, ein 48 ára gomul kvinna og ein tíggju ára gomul genta eru funnin deyð á einari adressu við Give í Jútlandi, upplýsir danska løgreglan.

Tey trý, sum øll eru danskir ríkisborgarar, búðu á staðnum og vórðu funnin mikumorgunin.

– Vit vita ikki enn, hvussu tey eru deyð, men umstøðurnar verða kannaðar, upplýsir varapolitiinspektørurin, Brian Skovrup Christensen.

Danska TV2 visti í kvøld at siga, at fýra fólk vórðu handtikin fyri at kanna, um tey møguliga høvdu nakran leiklut í málinum.

Øll fýra eru leyslatin aftur.

Sambært donskum miðlum hava kriminalteknikarar og løgregluhundar leitað í økinum kring bústaðin.

Danska Ekstra Bladet visti at siga, at tey deyðu høvdu eitt tætt tilknýti hvørt til annað, og at tey avvarðandi hava fingið boðini um hendingina.

Danska løgreglan heldur, at talan er um eina avmarkaða hending, og at eingin orsøk er til stúran hjá øðrum íbúgvum í økinum.

Deyðsorsøkin er ikki kend.

Líkini av teimum trimum, sum vórðu funnin deyð á adressuni við Give, verða sambært BT neyvari kannað hósdagin, og tá verður eisini líkskurður.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

10 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Krim-brúgvin er aftur álopin

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

4 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

6 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

7 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

7 tímar síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

7 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

7 tímar síðan
Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

8 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Füchse Berlin mátti lúta fyri Aalborg

8 tímar síðan
Tíðindi

Roykur rekur móti bygdini á Skála

8 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vester­gaard vil kanna regl­ur um kapp­bjóð­ing við húsa­sølu

9 tímar síðan